Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Bústaður og bygging

Bústaðarváttan
Bústaðarváttan

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Far til sjálvgreiðslu
Bústaðayvirlit
Bústaðayvirlit

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

 

Far til sjálvgreiðslu
Byggiloyvi
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Flyta bústað
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Grundstykki
Umsókn um grundstykki

Prísurin fyri grundstykkir verður ásettur fyri hvørja útstykking sær.

Grundstykkini á Grótbrúgv eru byggibúgvin og íroknað prísin er gjald fyri íbinding í vatn og kloakk.

Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.

Far til sjálvgreiðslu
Kommunalar sosialar íbúðir
Umsókn um kommunala sosiala íbúð

Her kanst tú søkja um kommunala sosiala íbúð. 
Sosiala nevnd í Tórshavnar kommunu metir um tørvin á umsøkjarnum og tekur avgerð um, hvør fær bjóðað íbúð.

Les meira um kommunalar sosialar íbúðir

Far til sjálvgreiðslu
Limastøða hjá Bústøðum
Limastøða

Hevur tú tørv á bústaðartilboði, skalt tú vera søkjandi limur. Vilt tú einki bústaðartilboð hava í verandi løtu, skalt tú skráseta teg sum hvílandi lim.

Far til sjálvgreiðslu
Niðurtøka av bygningi
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Persónsupplýsingar
Persónsupplýsingar

Kanna og broyt tínar persónsupplýsingar um neyðugt.

Far til sjálvgreiðslu
Rentustuðul til bústaðarlán
Umsókn um rentustuðul til bústaðarlán

Rentustuðul til bústaðarlán er peningaligur stuðul, sum samfelagið letur húsaeigarum til at gjalda rentur av lánum, sum teir taka í sambandi við bústað sín.

Gev gætur, at tað er fyrsti lántakari sum skal søkja um rentustuðul og skal hann skráseta samánaran í umsóknini. Sum samánari verður tú tískil eisini biðin um at skriva undir við samleikanum.

Les meira um rentustuðul til bústaðarlán á taks.fo

Far til sjálvgreiðslu
Tiltak á kommunalum øki
Tiltak á kommunalum øki

Umhugsar tú at skipa fyri stórum tiltaki á kommunalum øki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa og løgregluna um loyvi. Tað er av stórum týdningi, at tú byrjar samskiftið við kommununa og løgregluna í góðari tíð, tí báðir myndugleikar mugu hava tíð at kanna viðurskiftini og viðgera tína umsókn.

Tín umsókn skal latast inn í seinasta lagi 14 vikur, áðrenn tiltakið eftir ætlan skal vera.

Meira kunning á torshavn.fo 

Far til sjálvgreiðslu
Yvirtøka av vegi
Umsókn um yvirtøku av privatum vegi

Eigur tú privatan veg í Tórshavnar kommunu, kanst tú søkja um, at kommunan skal yvirtaka vegin og harvið umsitingina.

Grundeigarar, ið eiga privatan veg ella partar av vegi, hava skyldu til at halda vegin reinan sambært politiviðtøkuni fyri Tórshavnar kommunu.

Les meira um yvirtøku av privatum vegi

Far til sjálvgreiðslu