Vangin   /   Føroyskt   /   Brúka Vangan   /   Snarboð
Snarboð

Snarboð - viðkomandi kunning til tín

Hvussu fær tú skjótast boð um vatnið er dálkað, ella tá ið streymurin verður sløktur vegna dagføringar?

Við snarboðum á Vanganum fært tú viðkomandi kunning beinleiðis á telefonina, um okkurt hendir í grannalagnum.

Boðini beinleiðis á telefonina

Tá ið tú fært snarboð á Vangan, koma eini push-boð (notifikatión) á telefonina, beinleiðis frá Vanga-appini. Tú sær tey á skerminum, uttan at tú skalt lata appina upp. Vilt tú lesa meira, ber altíð til at rita inn á Vangan og fáa meira kunning.

Loyv fráboðanum frá Vanga appini

Fyri at tryggja tær, at tú kanst taka móti push-boðum, skal Vanga-appin hava loyvi at senda tær fráboðanir. Les vegleiðing niðanfyri, hvussu tú gert alt eftir, hvat slag av telefon tú hevur.

Soleiðis loyvir tú fráboðanum á iPhone

Um tú hevur eina iPhone ella iPad, kanst tú brúka hesa vegleiðing:

  1. Far undir stillingar ⚙️
  2. Blaða niður og vel appina Vangin
  3. Vel Boð (Notifikationer)
  4. Virkja Tillad/Allow notifikationer

Vel Notificatins

Vel Notifications í valmyndini

Vel Allow / Tillad

Tryggja tær, at fráboðanir eru virkjaðar sum á myndini

Soleiðis loyvir tú fráboðanum á Android

Um tú hevur eina Android telefon ella teldil, kanst tú brúka hesa vegleiðing:

  1. Far undir stillingar á telefonini 
  2. Vel Apps
  3. Blaða niður til appina Vangin
  4. Undir appoplysninger skalt tú velja Meddelser og síðan virkja Tillad meddelelser

Vel Tilladelser / Notifications

Vel tilladelser / Permissions

Vel Notifikationer / Notifications

Tryggja tær at meddelser / notifications eru virkjaði sum á myndini



Meira um snarboð

Niðanfyri kanst tú lesa meira, hvussu snarboð á Vanganum eru skipaði.

Hvat eru snarboð?

Snarboð eru nýggj tænasta, har tænastuveitarar, eitt nú Sev ella tín kommuna, kunnu senda tær málrættað boð, um tú býrt í einum raktum øki. Heldur enn at leita eftir kunning á heimasíðum ella bíða eftir útvarpskunngerðum, kemur kunningin til tín, tá ið hon viðkomandi fyri teg.

Tænastuveitarar senda tær beinleiðis boð, og boðini eru sostatt eitt gott ískoyti til kunngerðina í útvarpinum og kunnigina á heimasíðuni.

Hvør sendir boðini?

Tað eru tænastuveitarar sum kommunur, Sev og aðrir almennir stovnar, ið senda boðini umvegis skipan hjá Talgildu Føroyum.

Snarboð eru ætlaði at verða send til ávís økir, grannaløg ella bólkar. Á henda hátt eru boðini málrættaði og fara bara til tey, sum verða rakt av teimum.

Kann eg sløkkja fyri snarboðum?

Tú kanst ikki sløkkja fyri snarboðum, um tú brúkar Vangan. Men tú kanst altíð sløkkja fyri fráboðanum frá Vanga-appini, so tú ikki fært push-boð. Vit mæla tó til, at tú altíð hevur tað tendrað, so tú fært týdningarmikla kunning alt fyri eitt, tá ið hon er viðkomandi.

Eru snarboð og Mínboks tað sama?

Nei, snarboð og Mínboks eru ikki tað sama.

Mínboks er tín talgildi postkassi til formelt samskifti, lønarseðlar, skattauppgerðir og onnur persónlig skjøl.

Snarboð eru stutt og skjót boð um her-og-nú hendingar í tínum nærøki.

Ábyrgd

Talgildu Føroyar taka ikki ábyrgd av innihaldinum í snarboðunum. Tað eru tænastuveitarar, ið umsita boðini.

Snarboð skulu ikki nýtast til lýsingatilfar ella aðra marknaðarføring.

Kostar tað at fáa snarboð?

Nei, tænastan er ókeypis fyri allar borgarar, sum brúka Vangan.

Hvat um eg ikki brúki Vanga-appina?

Um tú ikki brúkar Vanga-appina, fært tú bara snarboðini á Vanganum. Tú sært tey, um tú ritar inn.

Snarboð á Vanganum eru eitt gott ískoyti til aðrar samskiftismiðlar. Týðandi kunning verður framvegis á heimasíðum og kunngerðum.

Hví snarboð?
  • Beinanvegin: Tú fært boðini so skjótt, sum tey eru viðkomandi fyri teg.
  • Viðkomandi: Boðini verða bara send, um tey hava týdning fyri teg.
  • Alt á einum stað: Tú kanst taka móti boðum frá øllum tænastuveitarum á Vanganum.
Eru telefonnummar og teldupostur rætt skrásett?
Eru telefonnummar og teldupostur rætt skrásett?
Dømi um snarboð
  • Vatnið á Argjum má kókast
  • Streymurin verður sløktur á Leynum millum kl 9 og 10.30
  • Ternan siglur ikki vegna veður kl 15.00
  • Politiið biður fólk halda seg frá havnarlagnum