Almannaverkið
Almannaverkið er hornasteinur í føroysku vælferðarskipanini, ið umsitur eina røð av sosialum skipanum
Tú kanst fáa serligt barnaískoyti, um tú ert einsamallur uppihaldari, ið ikki livir í parlagi.
Tú kanst fáa serligt barnaískoyti, um tú ert einsamallur uppihaldari, ið ikki livir í parlagi.
Møguleiki er hjá barnafamiljum, ið hava lága inntøku, at fáa fíggjarligan stuðul við at fylla út umsóknarblað og senda tað til Almannaverkið. Familjan skal hava skrásettan bústað í Føroyum.
Av tí at útgjaldið er treytað av umsókn og kemur í gildi frá tí mánaði, umsóknin er móttikin, er umráðandi at lata umsókn inn sum skjótast.
Almannaverkið hevur tørv á einari árligar váttan uppá at tú framvegis ynskir og/ella hevur rætt til familjuískoyti
Í sambandi við, at tú fært fólkapensjón úr Føroyum sambært Nordisk Konvention om Social Sikring, skal Almannaverkið hvørt ár hava lívváttan og inntøkuváttan.
Er tær álagt at gjalda uppihaldspening til meira enn eitt barn ella hækka barnagjald, kanst tú søkja um stuðul til uppihaldspening.
Rindar tú beinleiðis til uppihaldaran av barninum, skulu kvittanir viðheftast umsóknini.
Er tær av tí almenna álagt at gjalda hjúnafelagagjald til fyrrverandi hjúnafelaga, skildan ella sundurlisnan, kanst tú søkja um stuðul til tað her.
Rindar tú beinleiðis til viðkomandi, skulu kvittanir viðheftast umsóknini.
Hendan sjálvgreiðslan er ikki til stuðul til uppihaldspening vegna børn.
Øll, sum fylla 67 ár og lúka lógarlýstu treytirnar hava rætt til fólkapensjón
Øll, sum fylla 67 ár og lúka lógarlýstu treytirnar hava rætt til fólkapensjón
Útgjaldingin av fólkapensjónini kann útsetast um tú ert:
- Føddur 1. januar 1953 ella seinni
- Arbeiðir í minstalagi 1000 tímar um ári
Umsókn um útsetan av pensjónsveitingini skal sendast saman við umsókn um fólkapensjón. Umsóknin kann eisini sendast inn seinni.
Tú skalt seta pensjónsveitingina í gongd aftur um
- tú arbeiðir minni enn 1000 tímar um ári
- pensjónsveitingin hevur verið útsett í 10 ár
Um tú aftur fert til arbeiðis, ber aftur til at útseta pensjónsveitingina eina ferð afturat.
Til persónar, ið fara í annað norðurland at arbeiða uttan at flyta bústað og sum velja, at verða sosialt tryggjaðir í Føroyum, og harvið kunnu fáa undantak frá at gjalda sosiala trygd í arbeiðslandinum.
Er ikki galdandi fyri Danmark og Grønland.