Vangin   /   English   /   Services

Apoteksverkið

Staravegur 15 100 Tórshavn Telefontíð 09-16

Order Medicine
Útflýggjan av heilivági

Her kanst tú biðja um, at heilivágur o.a., sum er útskrivað til tín, verður koyrt heim til tín av Posta, verður heintað á apotekinum ella verður heintað í pakkaboks.

Í sjálvavgreiðsluni sært tú yvirlit yvir heilivág o.a., sum er útskrivað til tín.

Tú kanst velja, um tú vilt hava allan heilivágin í einum ella ikki.

Go to Self Service
Power of Attorney
Umsókn um fulltrú

Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa, geva og strika fulltrú. Fulltrúin fevnir um: 

  • At síggja heilivágsupplýsingar
  • Útflýggjan av heilivági 
  • Broyting av leveringsadressu
  • Endurnýggjan av reseptum*
  • Bíleggja heilsukanning*
  • Tilmelding til skamtan *
  • At síggja kalendarahendingar frá Apotekinum*

*Hesar tænastur eru ikki tøkar á Vanganum í dag, men eru í menning og verða fevndar av fulltrúini, tá tær verða tøkar. 

Go to Self Service
Schengen certificate
Schengen certificate

Fer tú at ferðast uttanlands, og hevur tørv á heilivági meðan tú ert burtur, er í flestu londum í Europa Schengen váttan kravd.

Heilivágurin, talan er um, er turvelvandi (euforiserandi) heilivágur.

Tú kanst nýta hesa sjálvgreiðslu til at framleiða eini heilivágsváttan útfrá tínum heilivágsupplýsingum. Tað er skjótt og lætt.

Schengen váttanin sæst á skíggjanum og avrit verður goymt í Mínboks.

Go to Self Service
Staravegur 15
100 Tórshavn

Telefontíð 09-16