Day Help
If you are disabled and require a wheelchair, you can be transported by a special bus for the disabled in the Tórshavn Municipality.
You must be accepted as a user before using this special transport.
This service does not cover sick travel.
Read more about transport for the disabled
Her kanst tú biðja um, at heilivágur o.a., sum er útskrivað til tín, verður koyrt heim til tín av Posta, verður heintað á apotekinum ella verður heintað í pakkaboks.
Í sjálvavgreiðsluni sært tú yvirlit yvir heilivág o.a., sum er útskrivað til tín.
Tú kanst velja, um tú vilt hava allan heilivágin í einum ella ikki.
Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa, geva og strika fulltrú. Fulltrúin fevnir um:
- At síggja heilivágsupplýsingar
- Útflýggjan av heilivági
- Broyting av leveringsadressu
- Endurnýggjan av reseptum*
- Bíleggja heilsukanning*
- Tilmelding til skamtan *
- At síggja kalendarahendingar frá Apotekinum*
*Hesar tænastur eru ikki tøkar á Vanganum í dag, men eru í menning og verða fevndar av fulltrúini, tá tær verða tøkar.
Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa, geva og strika fulltrú til Mínboks
Hendan fulltrú gevur heimild til at umsita Mínboks vegna annan persón. Hetta merkir, at fulltrúin fær atgongd til allar hentleikar í Mínboks hjá fulltrúveitaranum, undir hesum at lesa, svara og strika brøv.
Hendan fulltrú er óavmarkað í tíð og er galdandi inntil hon verður strikað.
Mínboks inniheldur brøv, ið eru persónlig og kunnu innihalda trúnaðar upplýsingar.
Hendan fulltrú er ætlað til persónar við einari privatari relatión og er ikki ætlað at verða nýtt í starvshøpi, t.d. millum starvsfólk og viðskiftafólk, kunda, búfólk, klient o.l.