Eysturkommuna
The council office is open these days of the week: Monday to Thursday 09:00 - 15:00 Friday 09:00 - 12:00
If you need a Address Certificate you can get it here. You can download the document or you can request an original certificate. The document will be sent to you by mailed to your home address.
Click on Go to Umhvørvisstovan and you will be directed to Umhvørvisstovan that administrates Address Certificates.
If you need Address Overview you can get it here. You can download the document or you can request an original certificate. The document will be sent to you by mail to your home address.
Click on Go to Umhvørvisstovan and you will be directed to Umhvørvisstovan that administrates Address Overviews.
Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Eysturkommunu
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast til kommununa.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Loyvt er ikki at farið verður undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Hesi eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
- Til Eysturkommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Innanhýsis í Eysturkommunu
Úr Eysturkommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum, skalt tú boða kommununi, tú flytir til, frá. Skipanirnar hjá Norðurlondum eru samvirknar, so at fráflyingin sæst í okkara yvirliti eftirfylgjandi.
Møguleiki er at søkja um pláss í vøggustovu, barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.
Fyri at fáa pláss, skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Eysturkommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til Eysturkommunu, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.
Heitt verður á foreldur um at søkja um pláss í góðari tíð, fyri at tryggja sær pláss og geva kommununi betur møguleika at nøkta tørvin.
Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Mentanarstuðul kann verða latin til verkætlanir, tiltøk og átøk innan mentanarligt virksemi sum t.d. framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur. Eisini kann stuðul verða latin til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum v.m. um mentan og list og til frítíðarvirksemi so sum ítrótt og skótar.
Ert tú stakur uppihaldari at barni/børnum í ansing ella er tín/tykkara ársinntøka í lægra lagi, kanst tú søkja um frípláss til barnaansing. Frípláss er eitt fíggjarligt ískoyti frá kommununi, sum tú kanst fáa eftir umsókn, um tú/tit lúka treytirnar í kunngerð nr. 88 frá 2009 um fíggjarligt frípláss. Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka tínum barni pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.
https://www.ammr.fo/fo/arbeidsoki/studul-og-gjold-til-barnafamiljur/figgjarligt-friplass/
If you need proof of your Personal Number you can get a P-tal certificate. You can download the document or you can request an original certificate. The document will be sent to you by mailed to your home address.
Click on Go to Umhvørvisstovan and you will be directed to Umhvørvisstovan that administrates P-tal certificates.
Ert tú borgari í Eysturkommunu, eru tú og húski títt sjálvvirkandi uppskrivað til at fáa heimapart, um grind verður hildin til.
Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapart til títt húski, so kanst tú boða frá her.