Fugloyar kommuna
Samband við fyrisitingina fæst við umvegis teldupost fugloy@fugloy.fo ella telefon 217055
If you need a Address Certificate you can get it here. You can download the document or you can request an original certificate. The document will be sent to you by mailed to your home address.
Click on Go to Umhvørvisstovan and you will be directed to Umhvørvisstovan that administrates Address Certificates.
If you need Address Overview you can get it here. You can download the document or you can request an original certificate. The document will be sent to you by mail to your home address.
Click on Go to Umhvørvisstovan and you will be directed to Umhvørvisstovan that administrates Address Overviews.
Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið/ur yvir, at størri bál, sum til dømis nýggjársbál, krevur góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.
Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Fugloyar kommunu
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast til kommununa.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Loyvt er ikki, at farið verður undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Hesi eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
Innanhýsis í Fugloyar kommunu
Til Fugloyar kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Úr Fugloyar kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum, fær Fugloyar kommuna boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.
Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.
If you need proof of your Personal Number you can get a P-tal certificate. You can download the document or you can request an original certificate. The document will be sent to you by mailed to your home address.
Click on Go to Umhvørvisstovan and you will be directed to Umhvørvisstovan that administrates P-tal certificates.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða kommununi frá um ymiskt, so sum skaðadjór, vøkstur og annað.
Ert tú stadd/ur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn 8 ár. Fyri at sleppa at velja, skalt tú søkja um upptøku á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett.
Søk í góðari tíð. Tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Fugloyar kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Fugloyar kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026. Afturlatingartíðin er klokkan 16.
Ert tú borgari í Fugloyar kommunu, eru tú og húski títt sjálvvirkandi uppskrivað til at fáa heimapart.
Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapart til títt húski, so kanst tú søkja um tað her.