Healthcare
Í Føroyum er ókeypis at velja lækna. Læknavalið er kortini treytað av, at aðrar læknaviðtalur hava opið fyri nýggjum borgarum í heilsuøkinum, sum túr býrt í.
Velur tú nýggjan lækna áðrenn tann 15. í mánaðinum, fær nývalið virknað frá 1. í fylgjandi mánaði.
Velur tú nýggjan lækna eftir tann 15. í mánaðinum, fær nývalið virknað frá 1. í eftirfylgjandi mánaði.
Tá tú hevur valt nýggjan kommunulækna, kanst tú í fyrsta lagi velja nýggjan kommunulækna eftir 6 mánaðum.
If you are 18 years of age and up to the national pension age, if you live at home, you can apply for maintenance training from the Social Welfare Service. The service does not require a prescription.
Her kanst tú biðja um, at heilivágur o.a., sum er útskrivað til tín, verður koyrt heim til tín av Posta, verður heintað á apotekinum ella verður heintað í pakkaboks.
Í sjálvavgreiðsluni sært tú yvirlit yvir heilivág o.a., sum er útskrivað til tín.
Tú kanst velja, um tú vilt hava allan heilivágin í einum ella ikki.
Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa, geva og strika fulltrú. Fulltrúin fevnir um:
- At síggja heilivágsupplýsingar
- Útflýggjan av heilivági
- Broyting av leveringsadressu
- Endurnýggjan av reseptum*
- Bíleggja heilsukanning*
- Tilmelding til skamtan *
- At síggja kalendarahendingar frá Apotekinum*
*Hesar tænastur eru ikki tøkar á Vanganum í dag, men eru í menning og verða fevndar av fulltrúini, tá tær verða tøkar.
Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa, geva og strika fulltrú til Mínboks
Hendan fulltrú gevur heimild til at umsita Mínboks vegna annan persón. Hetta merkir, at fulltrúin fær atgongd til allar hentleikar í Mínboks hjá fulltrúveitaranum, undir hesum at lesa, svara og strika brøv.
Hendan fulltrú er óavmarkað í tíð og er galdandi inntil hon verður strikað.
Mínboks inniheldur brøv, ið eru persónlig og kunnu innihalda trúnaðar upplýsingar.
Hendan fulltrú er ætlað til persónar við einari privatari relatión og er ikki ætlað at verða nýtt í starvshøpi, t.d. millum starvsfólk og viðskiftafólk, kunda, búfólk, klient o.l.
Fer tú at ferðast uttanlands, og hevur tørv á heilivági meðan tú ert burtur, er í flestu londum í Europa Schengen váttan kravd.
Heilivágurin, talan er um, er turvelvandi (euforiserandi) heilivágur.
Tú kanst nýta hesa sjálvgreiðslu til at framleiða eini heilivágsváttan útfrá tínum heilivágsupplýsingum. Tað er skjótt og lætt.
Schengen váttanin sæst á skíggjanum og avrit verður goymt í Mínboks.
Fær tú heilivág sum Skamtan ella um viðmerking ”Ja-kontakt Apotek” kemur á skíggjan, so skal tú venda tær til Apoteksverkið fyri at fáa eina heilivágsváttan.
Til ber at síggja á heimasíðuni min.medicin.dk, hvør heilivágur krevur eina heilivágsváttan (Schengen-attest).
Tú kanst hava rætt til dagpening frá 1. fráverudegi, um Almannaverkið hevur móttikið umsókn tína í seinasta lagi 60 dagar aftaná 1. fráverudag. Verður umsóknin móttikin á Almannaverkinum seinni, verður dagpeningur veittir frá tí degnum.
Ert tú arbeiðsleys/-ur og gert sjúk/-ur, men ert ikki í ALS, kanst tú, áðrenn 30 dagar eru farnir frá tí, at tú fórt úr starvi, senda Almannaverkinum umsókn um sjúkradagpening og harvið møguliga vinna tær rættin til sjúkradagpening.