Hvannasunds kommuna
Opening hours: Monday, Wednesday and Thursday 10:00-14:00
Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið/-ur yvir, at størri bál, sum nýggjársbál og jóansøkubál, krevja góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.
Kortini skalt tú altíð fylgja leiðreglunum fyri bálbrenning. Fyri øll bál, stór sum smá, og øll eldstøð bæði innan- og uttandura, er meginreglan, at bálini mugu ikki elva til ampa. Elvir brenningin til ampa, kann kommunan ella løgreglan geva boð um, at eldurin skal sløkkjast.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Hvannasunds kommunu
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast til kommununa.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Loyvt er ikki at fara undir bygging, fyrr enn byggiloyvi er givið. Tá tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Hesi eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið metir hava nóg holla vitan og kunnleika.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
Innanhýsis í Hvannasunds kommunu
Til Hvannasunds kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Til Hvannasunds kommunu úr útlondum
Úr Hvannasunds kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmarkar, Grønlands, Noregs, Svøríkis, Finnlands ella Íslands. Flytur tú til eitt hesum londunum, verður flytingin skrásett sjálvvirkandi.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Tú kann søkja um pláss á vøggustovu, í barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.
Fyri at fáa pláss, skal annað foreldrið og barnið vera búsitandi í Hvannasunds kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til kommununa, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.
Heitt verður á teg um at søkja um pláss í góðari tíð.
Les meir um tilboðini innan dagstovnaøkið
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovna-/frítíðarskúlaplássi longur, er tað tín ábyrgd at boða kommununi frá. Hetta kanst tú gera í hesari sjálvgreiðslu.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Endamálið við stuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi, herundir eisini ítrótti
Stuðul kann verða latin til verkætlanir, tiltøk og átøk innan mentanarligt virksemi sum t.d. framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur.
Eisini kann stuðul verða latin til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum v.m. um mentan og list - eins og til frítíðarvirksemi so sum ítrótt og skótar.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Ynskir tú ikki longur at vera skrásett/ur til at fáa heimapart til títt húski, so kanst tú søkja um tað her. Tú søkir um at koma av listanum, við at fylla hesa umsóknina út og senda hana til okkum. Tað krevur, at tú letur okkum navn, føðingardag, bústað og teldupost.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her