Kvívíkar kommuna
Frammi í Gerði 1 340 Kvívík Monday 10:00 - 15:00 Thursday 13:00 - 15:00
Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið yvir, at størri bál, sum nýggjársbál og jóansøkubál, krevja góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.
Kortini skalt tú altíð fylgja leiðreglunum fyri bálbrenning. Fyri øll bál, stór sum smá, og øll eldstøð bæði innan- og uttandura, er meginreglan, at bálini mugu ikki elva til ampa. Elvir brenningin til ampa, skal kommunan ella løgreglan geva boð um, at eldurin skal sløkkjast.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Kvívíkar kommunu
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
- Til Kvívíkar kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Innanhýsis í Kvívíkar kommunu
Úr Kvívíkar kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum, skalt tú boða kommununi, tú flytir til, frá. Skipanirnar hjá Norðurlondum eru samvirknar, so at fráflytingin sæst í okkara yvirliti eftirfylgjandi.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Sum borgari í Kvívíkar kommunu, kanst tú søkja um dagstovnapláss í vøggustovu, barnagarði og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.
Í Kvívíkar kommun er ein dagstovnur, dagstovnurin Áarlon. Á stovninum eru 2 vøggustovur, 3 barnagarsstovur og frítíðarskúli.
Barnaansingin er ókeypis í Kvívíkar kommunu.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovna-/frítíðarskúlaplássi longur, er tað tín ábyrgd at boða kommununi frá. Hetta kanst tú gera í hesari sjálvgreiðslu.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Sangarar, tónleikarar, listafólk og onnur, ið eru heimahoyrandi í Kvívíkar kommunu, kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, sum verður hildið í ella uttan fyri Kvívíkar kommunu.
Sangarar, tónleikarar, listafólk og onnur heimahoyrandi uttan fyri Kvívíkar kommunu, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, tá hetta verður hildið í Kvívíkar kommunu.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki, so sum mentanartiltak, konsert, útimøti ella líknandi, skalt tú søkja kommuna um loyvi. Í kommuni loyva vit sum oftast tiltøkum, sum hava almennan áhuga fyri okkara borgarum.