My family and I
Tú kanst fáa serligt barnaískoyti, um tú ert einsamallur uppihaldari, ið ikki livir í parlagi.
Møguleiki er hjá barnafamiljum, ið hava lága inntøku, at fáa fíggjarligan stuðul við at fylla út umsóknarblað og senda tað til Almannaverkið. Familjan skal hava skrásettan bústað í Føroyum.
Av tí at útgjaldið er treytað av umsókn og kemur í gildi frá tí mánaði, umsóknin er móttikin, er umráðandi at lata umsókn inn sum skjótast.
Ert tú í tí støðu aftaná barnsburðarfarloyvi, at tú ikki fært títt barn ansað á dagstovni, og í tí sambandi fært fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa til arbeiðis, kanst tú venda tær til Almannastovuna fyri at kanna, um tú hevur møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldshjálp. Almannastovan krevur í hesum sambandi váttan frá kommununi um, at tað ikki ber til at útvega pláss til ynsktu tíð.