Nes kommuna
Tuesday: 10.00–15.00 Wednesday: 10.00–12.00 Thursday: 10.00–15.00 Friday: 10.00–15.00 Telephone (all hours): +298 448144
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.
Her kanst tú søkja um byggloyvi í Nes kommunu
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur.
Tá tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitekar, byggifrøðingar, verkfrøðingar ella onnur, sum byggivaldið metir hevur nóg holla vitan og kunnleika.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
Innanhýsis í Nes kommunu
Til Nes kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Úr Nes kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland.
Møguleiki er at søkja um pláss í Vøggustovuni/Barnagarðinum á Svangaskarði og í Samspíranum/Frítíðarskúlanum á Brekkukletti, gjøgnum Vangan.
Fyri at fáa pláss, skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Nes kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til Nes kommunu, søkja um upptøku.
Skriva barnið upp til ansing so tíðliga sum gjørligt, tí umsóknardagurin er týðandi fyri, nær barnið kann fáa bjóðað pláss.
Nes kommuna setur á hvørjum ári pening av til ítróttar- og mentanarstuðul.
Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanar- og ítróttarligum tiltøkum og verkætlanum í/úr Nes kommunu.
Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.
Hevur tú barn í kommunalu ansingarskipanini, kanst tú søkja kommununa um frípláss.
Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.
Tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til fíggjarligt frípláss.
Gjaldið kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá tær broyttust.
Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur p-tals váttanir.
Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapartar til títt húski, so kanst tú boða frá við at fylla hesa umsóknina út og senda hana til okkum. Tað krevur, at tú letur okkum navn, føðingardag, bústað og teldupost.