Vangin   /   English   /   Services

Sørvágs kommuna

Opening hours: Monday to Thursday: 10.00 - 14.00 Friday: 10.00 - 12.00

Bonfire
Umsókn um loyvi til at brenna bál

Ætlar tú at brenna bál , skal tú søkja kommununa um loyvi, tí størri bál krevja góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.

Kortini skalt tú altíð fylgja leiðreglunum fyri bálbrenning. Fyri øll bál, stór sum smá, og øll eldstøð bæði innan- og uttandura, er meginreglan, at bálini mugu ikki elva til ampa. Elvir brenningin til ampa, kann kommunan ella løgreglan geva boð um, at eldurin skal sløkkjast.

Go to Self Service
Building Permit
Umsókn um byggiloyvi

Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Sørvágs kommunu.

Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast til kommununa.

Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Loyvt er ikki at farið verður undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Hesi eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika. 

Go to Self Service
Change of Address
Fráboða flyting

Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:

  • Til Sørvágs kommunu úr aðrari føroyskari kommunu  
  • Innanhýsis í Sørvágs kommunu 

  • Úr Sørvágs kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum, skalt tú boða kommununi, tú flytir til, frá. Skipanirnar hjá Norðurlondum eru samvirknar, so at fráflyingin sæst í okkara yvirliti eftirfylgjandi.

Go to Self Service
Child Care
Dagstovnapláss

Tú kann søkja um pláss á vøggustovu, í barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.

Heitt verður á teg/tykkum um at søkja um pláss í góðari tíð.
Er neyðugt at tryggja barnið tínum pláss á stovninum til ávíst dato, skal umsóknin verða kommununi í hendi minst tríggjar mánaðir áðrenn barnið skal byrja á stovninum. Barnið kann byrja fyrsta ella hálvan í einum mánaði.

Fyri at fáa pláss, skal annað foreldrið og barnið vera búsitandi í Sørvágs kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til kommununa, søkja um upptøku seks mánaðir áðrenn flyting.

Go to Self Service
Culture Grant
Umsókn um mentanarstuðul

Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

Mentanarstuðul kann verða latin til verkætlanir, tiltøk og átøk innan mentanarligt virksemi sum t.d. framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur. Eisini kann stuðul verða latin til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum v.m. um mentan og list og til frítíðarvirksemi so sum ítrótt og annað, sum kemur borgarum í Sørvágs kommunu tilgóða. 

Go to Self Service
Event on Public Property
Tiltak á kommunalum øki

Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.

Go to Self Service
Free Childcare
Frípláss til dagstovn ella frítíðartilboð

Ert tú stakur uppihaldari at barni/børnum í ansing, og er tín inntøka í lægra lagi um árið, kanst tú søkja um frípláss til barnaansing. Frípláss er eitt fíggjarligt ískoyti frá kommununi, sum tú kanst fáa eftir umsókn, um tú/tit lúka treytirnar í kunngerð nr. 88 frá 2009 um fíggjarligt frípláss. Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka tínum barni pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.

Les meir um fíggjarligt frípláss her

Go to Self Service
Opening hours:
Monday to Thursday: 10.00 - 14.00
Friday: 10.00 - 12.00