Vangin   /   English   /   Services

Vestmanna kommuna

Kommunuskrivstovan is open monday to friday - kl. 09:00 - 15:00

Address Certificate
Bústaðarváttan

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Go to Self Service
Address Overview
Bústaðaryvirlit

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Go to Self Service
Boat slip
Umsókn um bátapláss

Í løtuni eru eingi tøk bátapláss í Vestmanna kommunu, men til ber at skriva seg á bíðilista við at senda eina umsókn um bátapláss.

Bátahylurin í kommununi er inni á Fjørð og har eru pláss fyri 72 bátum.

Bátar, ið søkja um pláss í bátahylinum í Vestmanna, skulu góðkennast av Vestmanna Havn.

Bátarnir skulu vera heimahoyrandi í Vestmanna, og bátaeigarin skal vera skrásettur sum búgvandi í Vestmanna kommunu.

Go to Self Service
Bonfire
Umsókn um loyvi til at brenna bál

Áðrenn tú ætlar at kynda bál, má umsókn sendast kommununi til góðkenningar.


Tá ið talan er um stórt bál, er ikki loyvt at kynda, fyrr enn loyvi er givið.
Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmáti, eru at rokna sum stór bál.

Go to Self Service
Building Demolition
Umsókn um at taka bygning niður

Vísandi til byggisamtyktina fyri Vestmanna kommunu, Byggisamtykt, 6. grein Niðurtøka, trygging og undantøk, verður henda mannagongdin staðfest í sambandi við at taka bygningar niður í Vestmanna Kommunu:

 

  1. Byggivaldið skal geva loyvi til at taka bygningar niður. Í umsókn um slíkt loyvi skal verða skilað til umleið, hvussu hædd og flatamál á byggingini eru.
  2. Um bygningur, ætlanin er at taka niður, hevur innleggingar til frárenning, vatn, ravmagn, telefon o.l., skal undir ongum umstøðum verða farið undir arbeiðið, fyrr enn avvarðandi myndugleikar hava fingið skrivlig boð um ætlanina, og veitingar til og frá bygninginum eru fyri.
  3. Tá ið grivið verður út, ella sprongt verður fyri grund, skal  byggiánarin syrgja fyri at taka øll neyðug stig til tess at verja fyri vanda og skaða.
  4. Byggivaldið kann, har tað snýr seg um smærri frávik, geva undantaksloyvi frá ásetingunum í byggisamtyktini. Áðrenn undantaksloyvi verður givið, skulu grannarnir skrivliga hava boð um ætlanina og hava møguleika at kanna umsóknina í minsta lagi í tvær vikur frá tí degi, teir hava fingið boðini. Møguligar viðmerkingar frá grannum eru vegleiðandi og skulu haldast innanhýsis hjá byggivaldinum.
  5. Burturkast skal skiljast eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum og avhendast á kommunalu móttøkustøðunum. Gjaldast skal sambært galdandi gjaldsskrá. Móttøkustaðið skal hava fráboðan tríggjar dagar frammanundan.
Go to Self Service
Building Lot
Umsókn um grundstykki

Prísurin fyri grundstykkir verður ásettur fyri hvørja útstykking sær.

Grundstykkini á Grótbrúgv eru byggibúgvin og íroknað prísin er gjald fyri íbinding í vatn og kloakk.

Go to Self Service
Building Permit
Umsókn um byggiloyvi

Tá ið tú skalt byggja, má umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar.


Tað er ikki loyvt at fara undir bygging, fyrr enn byggiloyvi er játtað.

Tá ið tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika. 
 

Les meira um bygging her

Go to Self Service
Cadastral Changes
Matrikulbroytingar

Hevur tú ynski um at broyta tína ogn, verður hetta gjørt eftir reglunum í ll 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022. 

Ynskir tú at sundurbýta tína ogn, skalt tú søkja um sundurbýti. Hetta er somuleiðis galdandi fyri sundurbýti í eigaraíbúðir.  

Ynskir tú at flyta ein part av tínari ogn til annan ogn, skal tú søkja um marknaumskipan. Um so er at virðið á ognini, sum verður flutt, er yvir 50.000 kr. skal søkjast um sundurbýti til samanlegging. 

Ynskir tú at leggja ognir við sama eigara saman, skal tú søkja um samanlegging. 

Málsviðgeratíðin er vanlig 6-12 mánaðir.

Go to Self Service
Change of Address
Flyta bústað

Her kanst tú boða frá hesum flytingum:

  • Innanhýsis í Vestmanna kommunu
  • Til Vestmanna kommunu, úr aðrari føroyskari kommunu
  • Úr Vestmanna kommunu til útlond, undantikið tá ið tú flytir til Danmarkar, Grønlands, Noregs, Svøríkis, Finnlands ella Íslands. Flytur tú til eitt av hesum londunum, fær Landsfólkayvirlitið boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.
Go to Self Service
Child Care
Umsókn um dagstovnapláss

Tú kanst søkja um dagstovnapláss í vøggustovu, barnagarði og frítíðarstovu gjøgnum Vangan.


Fyri at kunna fáa pláss skulu annað foreldrið og barnið búgva í Vestmanna Kommunu.


Heitt verður á teg/tykkum um at søkja um pláss í góðari tíð.


Er neyðugt at tryggja barnið tínum pláss á stovninum til ávíst dato, skal umsóknin verða kommununi í hendi, minst tríggjar mánaðir áðrenn barnið skal byrja á stovninum.

 

Les meira um dagstovnaøkið her

Go to Self Service
Child Care - Cancellation
Dagstovnapláss - uppsøgn/farloyvi

Hevur barn títt ikki longur tørv á dagstovnaplássi ella ynskir tú, at barnið fær farloyvi frá dagstovnaplássinum, kanst tú boða kommununi frá í hesi sjálvgreiðsluni.

Go to Self Service
Culture Grant
Umsókn um mentanarstuðul

Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul.

Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

Leiðreglur fyri mentanarstuðul kunnu lesast her.

Go to Self Service
Event on Public Property
Umsókn um tiltak á kommunalum øki

Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki, so sum mentanartiltak, konsert, útimøti, súkklukapping og tílíkt, skalt tú søkja kommununa um loyvi.

Go to Self Service
Field Survey Measurements
Máliblað

Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú bíleggja útskrift av máliblaði fyri eina ávísa ogn. Eitt máliblað er eitt útgreinað kort, sum vísir longdir, hvørji marknamerki eru sett, hvat er vinkulrætt o.s.fr. 

Áðrenn tú bíleggur máliblað, skalt tú vita adressuna ella matrikulnummarið á viðkomandi ogn.

Go to Self Service
Free Childcare
Umsókn um frípláss

Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn ein ávís upphædd um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn. Sí inntøkustigan á heimasíðuni hjá Almannaráðnum: Frípláss - Almannaráðið


Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, og freistin at søkja er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka barnið tínum pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.

Go to Self Service
Marking of Property Line
Marknaseting

Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú søkja um marknaseting. Við marknaseting verður markið millum tvær ella fleiri ognir sett.

Umsóknin verður avgreidd eftir §§ 29-35 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m. Fyri marknaseting verður rindað eitt grundgjald á 5.000 kr. í samband við umsókn.

Tann, ið ynskir, kann fáa markið móti grannaogn staðfest og merkt. 

Rættindi til marknaseting kunnu bólkast í tveir bólkar:

 

  1. Tá mørk eru burtur, og eigararnir ynskja at fáa tey sett av nýggjum, ella
  2. Um markini eru ivasom, ella partarnir eru ósamdir um, hvar markini eiga at ganga
Go to Self Service
P-tal Certificate
P-tals váttan

Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Go to Self Service
Report an Issue
Boða kommununi frá

Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða kommununi frá um ymiskt, so sum skaðadjór, vøkstur og annað.

Go to Self Service
Voting Rights
Umsókn um atkvøðurætt til løgtingsval

Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum.

Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.

Go to Self Service
Kommunuskrivstovan is open monday to friday - kl. 09:00 - 15:00