Tín persónligi Vangi
Á Vanganum kanst tú avgreiða persónlig viðurskifti. Vangin er føroysk tænasta, ið savnar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum á einum stað. Á henda hátt skalt tú bara á eitt stað at avgreiða tíni viðurskifti.
Á Vanganum hevur tú postkassan Mínboks. Tú hevur eisini ein kalendara, har tú sært avtalur og freistir. Harumframt eru nógvar sjálvgreiðslur hjá ymsu tænastuveitarunum.
Tú ritar inn á Vangan við Samleikanum. Øll, sum eru yvir 13 ár og hava P-tal, kunnu fáa Samleikan og brúka Vangan. Hevur tú Samleikan, kanst tú sostatt gerast brúkari á Vanganum.
Øll sum hava Samleikan, kunnu rita inn á Vangan. Tað einasta, ið krevst, er at tú ert yvir 13 ár og hevur p-tal.
Tú kanst brúka Vangan sum app á telefon ella teldil beinleiðis her á síðuni.
Vel 'Rita inn' í ovara høgra horni fyri at vitja tín persónliga Vanga. Tú ritar inn við Samleikanum.
Fá Samleika appina á leinkinum niðanfyri:
Tá ið tú skalt rita inn á Vangan á teldu ella við app, skalt tú brúka Samleikan.
Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú fáa hann her:
Tú kanst lesa meiri um Samleikan á heimasíðuni samleikin.fo
Eitt av aðalmálunum í Talgildu Føroyum hevur verið, at so nógv sum møguligt skulu hava atgongd til talgildu tænasturnar.
Tí settu Talgildu Føroyar sær fyri, at liva upp til krøvini og standardarnar í WCAG (Web Content Accessability Guidelines). Soleiðis tryggja vit, at so nógv sum møguligt fáa atgongd til talgildu tænasturnar.
Les meira í leinkinum niðanfyri:
Tú kanst lesa brúkstreytirnar fyri Vangan á leinkinum niðanfyri:
Tú kanst lesa, hvussu tínar persónsupplýsingar verða brúktar á Vanganum og tíni rættindi í hesum sambandi á leinkinum niðanfyri.
Um tú ikki vilt brúka Vangan longur, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar um at strika hann. Set teg í samband við brúkaratænastuna á telefon 1881 ella send teldupost til 1881@talgildu.fo.




