Vangin   /   Føroyskt   /   Brúka Vangan   /   Samskifti
Samskifti

Samskifti á Vanganum

Við Vanganum savnar tú alt títt samskifti við almennar stovnar og kommunur á einum stað. Tað ger tað einfalt, trygt og lætt at halda skil á brøvum, boðum, áminningum og freistum. 

Tænastuveitarar kunnu samskifta við teg á ymsan hátt:

  • Mínboks er almenna talgilda postskipanin í Føroyum og er síðustillað við vanligan pappírspost. Mínboks lýkur krøv um trygt talgilt samskifti. Allur postur er bronglaður og knýttur beinleiðis til P-talið , so vissa er fyri, at tú er rættur móttakari á samskiftinum.
  • Kalendarin savnar áminningar, innkallingar og freistir. Skjøl, sum skulu undirskrivast, síggjast eisini her.
  • Snarboð eru stutt boð, ið verða send beinleiðis á appina. Tey eru oftast kunnandi og krevja ikki, at tú skalt svara ella gera nakað.

Í samskiftisupplýsingum á Vanganum kanst tú dagføra tínar samskiftisupplýsingar sum telefon og teldupost. Tú kanst eisini velja, hvussu tænastuveitarar kunnu seta seg í samband við teg. 

Trygt samskifti

Dátuvernd, trygd og brúkaravinsemi eru altíð í hásæti á Vanganum, so tú kanst samskifta við áliti.

Eru telefonnummar og teldupostur rætt skrásett?
Eru telefonnummar og teldupostur rætt skrásett?