Snarboð - viðkomandi kunning til tín
Hvussu fær tú skjótast boð um vatnið er dálkað, ella tá ið streymurin verður sløktur vegna dagføringar?
Við snarboðum á Vanganum fært tú málrættaða kunning beinleiðis á telefonina, um okkurt viðkomandi hendir í grannalagnum.
Boðini beinleiðis á telefonina
Tá ið tú fært snarboð á Vangan koma eini push-boð (notifikation) á telefonina, beinleiðis frá Vanga-appini. Tú sær tey á skerminum, uttan at tú skalt lata appina upp. Vilt tú lesa meira, ber altíð til at rita inn á Vangan og fáa meira kunning.
Loyv fráboðanum frá Vanga appini
Fyri at tryggja tær, at tú kanst taka móti push-boðum, skal Vanga-appin hava loyvi at senda tær fráboðanir. Les vegleiðing niðanfyri, hvussu tú gert alt eftir, hvat slag av telefon tú hevur.
- Far undir stillingar
- Blaða niður og vel Vangan
- Vel Boð (Notifikationer)
- Virkja Tillad notifikationer


- Far undir stillingar
- Vel Apps
- Blaða niður til Vangan
- Undir appoplysninger skalt tú velja Meddelser og virkja Tillad meddelelser


Meira um snarboð
Niðanfyri kanst tú lesa meira, hvussu snarboð á Vanganum eru skipaði.
Snarboð eru nýggj tænasta, har tænastuveitarar, eitt nú SEV ella tín kommuna, kunnu senda tær málrættað boð, um tú býrt í einum raktum øki. Heldur enn at leita eftir kunning á heimasíðum ella bíða eftir útvarpskunngerðum, kemur kunningin til tín, tá ið hon viðkomandi fyri teg.
Tænastuveitarar senda tær málrættaði boð, og boðini eru sostatt eitt gott ískoyti til kunngerðina í útvarpinum og kunnigina á heimasíðuni.
Tað eru tænastuveitarar sum kommunur SEV og aðrir almennir stovnar, ið senda boðini umvegis skipan hjá Talgildu Føroyum.
Snarboð eru ætlaði at verða send til ávís økir, grannaløg ella bókar. Á henda hátt eru boðini málrættaði og fara bara til tey, sum verða rakt av teimum.
Tú kanst ikki sløkkja fyri snarboðum, um tú brúkar Vangan. Men tú altíð sløkkja fyri fráboðanum frá Vanga-appini, so tú ikki fært push-boð. Vit mæla tó til, at tú altíð hevur tað tendrað, so tú fært týdningarmikla kunning alt fyri eitt, tá ið hon er viðkomandi.
Nei, snarboð og Mínboks eru ikki tað sama.
Mínboks er tín talgildi postkassi til formelt samskifti, lønarseðlar, skattauppgerðir og onnur persónlig skjøl.
Snarboð eru stutt og skjót boð um her-og-nú hendingar í tínum nærøki.
Talgildu Føroyar taka ikki ábyrgd av innihaldinum í snarboðunum. Tað eru tænastuveitarar, ið umsita boðini.
Snarboð skulu ikki nýtast til lýsingatilfar ella aðra marknaðarføring.
Nei, tænastan er ókeypis fyri allar borgarar, sum brúka Vangan.
Um tú ikki brúkar Vanga-appina, fært tú bara snarboðini á Vanganum. Tú sært tey, um tú ritar inn.
Snarboð á Vanganum eru eitt gott ískoyti til aðrar samskiftiskanalir. Týðandi kunning verður framvegis á heimasíðum og kunngerðum.