Søk vegna avvarðandi á Vanganum

Søk vegna avvarðandi á Vanganum

Hevur tú foreldur ella onnur avvarðandi, sum ikki eru von at brúka Vangan ella aðrar talgildar tænastur?

Nú ber til at søkja um tænastur vegna avvarðandi, sum ikki eru von ella før fyri at brúka Samleikan. At byrja við er hetta einans galdandi fyri tænastur hjá Tórshavnar Kommunu

Møguleikin at søkja vegna onnur fevnir fyribils um hesar tænastur:

  • Eldrabúpláss
  • Dag- og kvøldtilboð
  • Ergo- og fysioterapi
  • Mattænastu
  • Reingerðartænastu
  • Serflutning
  • Stutttíðarpláss til fólkapensjónistar

Soleiðis søkir tú vegna onnur
  1. Rita inn á Vangan við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni samleikin.fo
  2. Finn síðani tænastuna, tú ætlar at søkja um vegna annan persón
  3. Vátta brúkaratreytirnar
  4. Krossa av, at tú søkir vegna annan borgara
  5. Fyll teigarnar út við upplýsingum um tann, tú søkir fyri
  6. Tak skjalið »Váttan frá umsøkjara« niður á telduna, prenta skjalið og lat tann, tú søkir fyri, undirskriva skjalið
  7. Skanna síðan undirskrivaða skjalið inn og viðfest tað í umsóknini. Tú kanst viðfesta undirskrivaða skjalið við at toga skjalið yvir í umsóknarteigin »Toga fílu her, ella trýst fyri at leita«
  8. Nú kanst tú avgreiða restina av umsóknini og vátta umsóknina

Søk fyri onnur á Vanganum

Hetta krevst fyri at søkja vegna onnur

Tá tú søkir vegna annan, skal viðkomandi persónur undirskriva eina váttan, sum kann takast niður av Vanganum. Váttanarskjalið skal undirskrivast og viðfestast umsóknini á Vanganum. Tað ber ikki til at halda fram, uttan at váttanin er viðfest.

Tann, sum søkir vegna annan borgara, fær kvittan fyri umsóknina á Vanganum. Kvittanin liggur undir »kvittanir«. Fær tann, sum søkt verður fyri, sær Vangan seinni, so sær viðkomandi eisini kvittanina á sínum Vanga.

Soleiðis brúkar tú Vangan