Vangin   /   Føroyskt   /   Brúka Vangan   /   Vangaumsiting
Vangaumsiting

Vangaumsiting

Her kunnu tænastuveitarar rita inn og umsita sínar tænastur.

Hvat er Vanga umsitingarskipanin?

Umsitingarskipanin er til tænastuveitarar á Vanganum. Her kunnu ábyrgdarpersónar umsita sínar sjálvgreiðslur.

  • Allar sjálvgreiðslur á Vanganum skulu hava ein inngangstekst, váttanartekst, útgangstekst og møguliga hjálpartekst. Tekstirnir verða skrivaðir í umsitingarskipanini.

  • Tænastuveitarar kunnu bíleggja nýggjar tænastur inni á skipanini.

  • Skal ein sjálvgreiðsla gerast virkin ella óvirkin, verður hetta eisini gjørt í umsitingarskipanini.

Hvat eru tænastuveitarar?

Tænastuveitarar á Vanganum eru stovnar, kommunur og fyritøkur, ið veita tænastur og dátur á Vanganum. Tey hava øll egna veitarasíðu.

Akstovan, Apoteksverkið og Tórshavnar kommuna eru dømir um tænastuveitarar.

Hvussu ritar tú inn á umsitingarskipanina?

Ávís starvsfólk hjá tænastuveitarum kunnu rita inn á umsitingarskipanina. Tú ritar inn við Samleikanum.

Øll, sum hava atgongd til umsitingarskipanina, skulu vera skrásett sum LN- brúkarar. Set teg í samband við Talgildu Føroyar, um tað eru starvsfólk, ið skulu skrásetast.

Rita inn sum tænastuveitari í Mínboks

Tænastuveitarar í Mínboks kunnu umsita postskipanina í leinkinum niðanfyri

Virkisinnritan til Mínboks

Vilja tit gerast tænastuveitarar?
Vilja tit gerast tænastuveitarar?