Almannaverkið
Almannaverkið er hornasteinur í føroysku vælferðarskipanini, ið umsitur eina røð av sosialum skipanum
Tú kanst fáa serligt barnaískoyti, um tú ert einsamallur uppihaldari, ið ikki livir í parlagi.
Møguleiki er hjá barnafamiljum, ið hava lága inntøku, at fáa fíggjarligan stuðul við at fylla út umsóknarblað og senda tað til Almannaverkið. Familjan skal hava skrásettan bústað í Føroyum.
Av tí at útgjaldið er treytað av umsókn og kemur í gildi frá tí mánaði, umsóknin er móttikin, er umráðandi at lata umsókn inn sum skjótast.
Í sambandi við, at tú fært pensjón úr Føroyum sambært Nordisk Konvention om Social Sikring, skal Almannaverkið hvørt ár hava lívváttan og inntøkuváttan.
Øll, sum fylla 67 ár og lúka lógarlýstu treytirnar hava rætt til fólkapensjón
Øll, sum fylla 67 ár og lúka lógarlýstu treytirnar hava rætt til fólkapensjón