ALS
Tinghúsvegur 14 100 Tórshavn Mánadag til hósdag: Kl. 10.00 - 15.00 Fríggjadag: Kl. 10.00 - 13.00
Fyri at fáa staðfest, um tú hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul, skalt tú útfylla hesa umsókn. Harafturat skalt tú lata avrit av uppsøgn frá ella til seinasta arbeiðsgevara og møguliga onnur skjøl.
Í umsóknini skalt tú eisini svara ymiskum spurningum og greiða frá tínum arbeiðsroyndum, útbúgving/um og hvat arbeiði, tú kundi hugsað tær.
Tú hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul frá tí degi, tú ert arbeiðsleys/ur og prógvar tað, tó í fyrsta lagi frá tí degi ALS hevur móttikið skrivliga fráboðan frá tær, ella frá tí tú ert byrjað/ur at útfylla hesa umsókn.
Um tú av onkrari orsøk ikki longur er tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum, og harvið ikki hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul, skal tú boða ALS frá.
Fiskavirkisskipanin er ein stuðulsskipan, sum fevnir um tíðarbundnan arbeiðssteðg á fiskavirki.
Skipanin tryggjar starfólki lønarískoyti, um steðgur er í arbeiðnum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.
Fyri at fáa stuðul gjøgnum fiskavirkisskipanina skal virkið, har tú starvast, vera góðkent av ALS at hoyra undir fiskavirkisskipanina.
Um tú framhaldandi ynskir at fáa arbeiðsloysisstuðul, er neyðugt at tú váttar, at tú enn ert arbeiðsleys/ur.