Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er føroyski myndugleikin fyri arbeiðsumhvørvi, samskipan av tilbúgving, brunatrygd, mát og vekt, spreingievni, fýrverk, vinnukaving og eltrygd. Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eisini skrivstova fyri Føroya Vanlukkutryggingarráð. Telefontíð: Yrkadagar millum 10:00 og 14:00 Arbeiðsskaðatryggingin hevur telefon 442222 Telefontíð er týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10-12
Í hesari sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa útflyggjað vinnubræv sum kavari. Gev gætur, at tú skalt viðfesta útbúgvingarprógv, heilsuváttan frá lækna og útbúgvingarskeið í fyrstuhjálp. Harumframt skalt tú gjalda eina upphædd fyri vinnubrævið.
Vinnuligt kavaraarbeiði á landleiðini, á føroyskum sjóøki og frá føroyskum skipum kann bert verða útint av persónum, sum hava vinnukavarabræv.