Barnaverndarstova Føroya
Skrivstovan hevur opið soleiðis: Mánadag - fríggjadag frá kl. 09-15
Barnaverndarstova Føroya umsitur Fosturforeldraskipanina, sum er fevnd av lógini um barnavernd. Tá eitt barn verður sett heiman, skal Fosturforeldraskipanin vísa á eina góðkenda fosturfamilju. Skipanin kann eisini vísa á umlættingarfamilju til barn, sum hevur fingið hetta játtað frá einari barnaverndartænastu.
Tað eru tvey sløg av fosturfamiljum:
• Fosturforeldur, har einki samband ella tilknýti er millum fosturbarn og fosturfamilju áðrenn.
• Fosturforeldur - netverks/næstringa, sum er fyriskipan, har tað annaðhvørt eru familjubond millum barn og fosturforeldur, ella har fosturforeldrini eru úr netverkinum hjá barninum.
Sama um søkt verður um at gerast fosturforeldur ella at gerast umlættingarforeldur, er neyðugt at útfylla umsókn.
Les meira um hvat tað fevnir um at vera fosturforeldur.