Bústaður og bygging
Rentustuðul til bústaðarlán er peningaligur stuðul, sum samfelagið letur húsaeigarum til at gjalda rentur av lánum, sum teir taka í sambandi við bústað sín.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast byggideildini hjá kommununi til góðkenningar. Tú kanst ikki fara undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Ert tu fylt 18 ár, og ert tú búsitandi í Tórshavnar kommunu, hevur tú møguleika fyri at søkja kommununa um eina trøð ella eitt urtagarðsstykki til at hava kríatúr á.
Tú kanst søkja um annaðhvørt trøð ella urtagarðsstykki. Tú kanst ikki søkja um bæði.