Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Eiðis kommuna

Mánadag til Hósdag 09:00 - 15:00 .

Brenna bál
Umsókn um loyvi til at brenna bál

Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið/ur yvir, at størri bál, sum til dømis nýggjársbál, krevur góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.

Far til sjálvgreiðslu
Byggiloyvi
Umsókn um byggiloyvi

Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Eiðis kommunu

Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur.

Tá tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitekar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, tekningara ella onnur, sum byggivaldið heldur hevur nóg holla vitan og kunnleika

Far til sjálvgreiðslu
Dagstovnapláss
Dagstovnapláss

Møguleiki er at søkja um pláss í vøggustovu, barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.

Fyri at fáa pláss, skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Eiðis kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til Eiðis kommunu, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.

Heitt verður á foreldur um at søkja um pláss í góðari tíð, fyri at tryggja sær pláss og geva kommununi betur møguleika at nøkta tørvin.

Far til sjálvgreiðslu
Flyta bústað
Flyta bústað

Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum: 

  • Innanhýsis í Eiðis kommunu 

  • Til Eiðis kommunu úr aðrari føroyskari kommunu 

  • Úr Eiðis kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. 

Far til sjálvgreiðslu
Frípláss
Umsókn um frípláss til barn á dagstovn

Hevur tú barn í kommunalu ansingarskipanini, kann tú søkja kommununa um frípláss.

Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.

Tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til fíggjarligt frípláss.

Gjaldið kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá tær broyttust.

Far til sjálvgreiðslu
Heimapart
Vel heimapart frá

Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapartar til títt húski, so kanst tú søkja um tað her. Tú søkir um at koma av listanum, við at fylla hesa umsóknina út og senda hana til okkum. Tað krevur, at tú letur okkum navn, føðingardag, bústað og teldupost. 

Far til sjálvgreiðslu
Mentanarstuðul
Umsókn til ítróttar- og mentanarendamál

Eiðis kommuna setur á hvørjum ári pening av til ítróttar- og mentanarstuðul.

Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanar- og ítróttarligum tiltøkum og verkætlanum í Eiðis kommunu.

Far til sjálvgreiðslu
Tiltak á kommunalum øki
Tiltak á kommunalum øki

Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.

Far til sjálvgreiðslu
Mánadag til Hósdag 09:00 - 15:00



.

T-post: eidi@eidi.fo