Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Eysturkommuna

Býráðsskrivstovan hevur opið hesar tíðir: - Mánadag til hósdag kl. 09:00 - 15:00 - Fríggjadag kl 09:00 - 12:00

Byggiloyvi
Byggiloyvi

Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Eysturkommunu

Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast til kommununa.

Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Loyvt er ikki at farið verður undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Hesi eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika. 

Far til sjálvgreiðslu
Dagstovnapláss
Dagstovnapláss

Møguleiki er at søkja um pláss í vøggustovu, barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.

Fyri at fáa pláss, skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Eysturkommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til Eysturkommunu, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.

Heitt verður á foreldur um at søkja um pláss í góðari tíð, fyri at tryggja sær pláss og geva kommununi betur møguleika at nøkta tørvin.

Far til sjálvgreiðslu
Flyta bústað
Flyta bústað

Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:

  • Til Eysturkommunu úr aðrari føroyskari kommunu  
  • Innanhýsis í Eysturkommunu 

  • Úr Eysturkommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum, skalt tú boða kommununi, tú flytir til, frá. Skipanirnar hjá Norðurlondum eru samvirknar, so at fráflyingin sæst í okkara yvirliti eftirfylgjandi.

Far til sjálvgreiðslu
Frípláss
Søk um frípláss til dagstovn

Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn 353.900 kr. um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn. Frípláss er eitt fíggjarligt ískoyti frá landinum, sum tú fært til dagstovnagjaldið. Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka tínum barni pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.

Far til sjálvgreiðslu
Heimapart
Vel heimapart frá

Ert tú borgari í Eysturkommunu, eru tú og húski títt sjálvvirkandi uppskrivað til at fáa heimapart.

Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapart til títt húski, so kanst tú boða frá her.

Far til sjálvgreiðslu
Mentanarstuðul
Umsókn um mentanarstuðul

Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

Mentanarstuðul kann verða latin til verkætlanir, tiltøk og átøk innan mentanarligt virksemi sum t.d. framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur. Eisini kann stuðul verða latin til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum v.m. um mentan og list og til frítíðarvirksemi so sum ítrótt og skótar. 

Far til sjálvgreiðslu
Býráðsskrivstovan hevur opið hesar tíðir:
- Mánadag til hósdag kl. 09:00 - 15:00
- Fríggjadag kl 09:00 - 12:00