Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Familjufyrisitingin

Vælkomin á vangan hjá Familjufyrisitingini Familjufyrisitingin er myndugleiki undir Løgmálaráðnum og umsitur uppgávur á familju- og persónsrættarliga økinum. Í fyrstu atløgu ber bert til at fráboða og vátta faðirskap á Vanganum. Hetta er í sambandi við, at pápi skal skrásetast at barni, ið er føtt uttanfyri hjúnalag. Væntandi koma fleiri sjálvgreiðslur út á Vangan við tíðini. Á heimasíðu okkara www.famf.fo kanst tú lesa meira um ymsu málsøkini hjá Familjufyrisitingini.

Fráboðan av faðirskapi
Fráboðan av faðirskapi

Hendan sjálvgreiðsla er til ógifta mammu at nýføddum barni, til at upplýsa, hvør pápin at barninum er.

Fyri at tryggja rættin hjá barni at kenna uppruna sín, rættindi hjá barni mótvegis pápanum umframt skyldu og rættindi hjá pápanum mótvegis barninum, skal staðfestast og skrásetast, hvør er pápi at barninum. 

Eru foreldur at barni ógift, verður mamman biðin um at upplýsa, hvør pápin at barninum er. Upplýsti pápin verður síðan spurdur, um at vátta faðirskap at barninum.

Foreldur at børnum, fødd 1. januar 2023 ella seinni, fáa sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika, um tey sambært Landsfólkayvirlitinum hava havt felags bústað samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt.

Hava foreldrini ikki búð saman í meira enn 10 samanhangandi mánaðir fyri føðing, hevur mamman einaforeldramyndugleika yvir barninum. Øll foreldur kunnu tó avtala felags foreldramyndugleika ígjøgnum Familjufyrisitingina. Vilja tit gera avtalu um felags foreldramyndugleika kunnu tit fylla út, undirskriva og senda Familjufyrisitingini Fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika, sum er at finna á heimasíðu okkara.

Eru foreldur at barni gift, verður hjúnafelagi mammuna skrásettur sum pápi at barninum og foreldrini hava felags foreldramyndugleika. Í slíkum føri skulu foreldur onki gera, tí at bæði foreldur verða skrásett í Fólkayvirlitinum við barnsins føðing. 

Vinaliga les um rættindi og skyldur, og um málsgongdina niðanfyri.

GG! Familjufyrisitingin skal hava føði- og navna-/dópsbræv hjá mammu og pápa at barninum. Skjølini kunnu leggjast afturat í sjálvgreiðsluni.

Far til sjálvgreiðslu
Vælkomin á vangan hjá Familjufyrisitingini
Familjufyrisitingin er myndugleiki undir Løgmálaráðnum og umsitur uppgávur á familju- og persónsrættarliga økinum.
Í fyrstu atløgu ber bert til at fráboða og vátta faðirskap á Vanganum. Hetta er í sambandi við, at pápi skal skrásetast at barni, ið er føtt uttanfyri hjúnalag.
Væntandi koma fleiri sjálvgreiðslur út á Vangan við tíðini.
Á heimasíðu okkara www.famf.fo kanst tú lesa meira um ymsu málsøkini hjá Familjufyrisitingini.

T-post: famf@famf.fo