Fuglafjarðar kommuna
Skrivstovan hevur opið: Mán. - Frí. 10:00 - 15:00
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar.
Tú hevur ikki loyvi at fara undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Tú kann søkja um pláss í vøggustovu, barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.
Fyri at fáa pláss, skal annað foreldrið og barnið verða búsitandi í Fuglafjarðar kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til kommununa, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.
Heitt verður á teg um at søkja um pláss í góðari tíð.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
Innanhýsis í Fuglafjarðar kommunu
Til Fuglafjarðar kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Úr Fuglafjarðar kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum fær kommunan boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.
Hevur tú barn á dagstovni, kanst tú søkja kommununa um frípláss.
Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.
Tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til fíggjarligt frípláss.
Gjaldið kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá tær broyttust
Ert tú borgari í Fuglafjarðar kommunu, eru tú og húski títt sjálvvirkandi uppskrivað til at fáa heimapart.
Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapart til títt húski, so kanst tú søkja um tað her.
Sangarar, tónleikarar, listafólk og onnur, ið eru heimahoyrandi í Fuglafjarðar kommunu, kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, sum verður hildið í ella uttan fyri Fuglafjarðar kommunu.