Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Fugloyar kommuna

Samband við fyrisitingina fæst við umvegis teldupost fugloy@fugloy.fo ella telefon 217055

Atkvøðurætt til Løgtingsval
Atkvøðurættur til Løgtingsval

Ert tú stadd/ur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn 8 ár. Fyri at sleppa at velja, skalt tú søkja um upptøku á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett. 

Søk í góðari tíð. Tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Tórshavnar kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Tórshavnar kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026. Afturlatingartíðin er klokkan 16. 

Far til sjálvgreiðslu
Boða kommununi frá
Boða kommununi frá

Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða kommununi frá um ymiskt, so sum skaðadjór, vøkstur og annað.

Far til sjálvgreiðslu
Brenna bál
Umsókn um loyvi at brenna bál

Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið/ur yvir, at størri bál, sum til dømis nýggjársbál, krevur góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.

Far til sjálvgreiðslu
Bústaðarváttan
Bústaðarváttan

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.

Far til sjálvgreiðslu
Bústaðayvirlit
Bústaðaryvirlit

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.

Far til sjálvgreiðslu
Byggiloyvi
Byggiloyvi

Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Fugloyar kommunu

Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast til kommununa.

Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Loyvt er ikki, at farið verður undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Hesi eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika. 

Far til sjálvgreiðslu
Flyta bústað
Flyta bústað

Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum: 

  • Innanhýsis í Fugloyar kommunu 

  • Til Fugloyar kommunu úr aðrari føroyskari kommunu 

  • Úr Fugloyar kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum, fær Fugloyar kommuna boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur. 

Far til sjálvgreiðslu
Heimapart
Vel heimapart frá

Ert tú borgari í Fugloyar kommunu, eru tú og húski títt sjálvvirkandi uppskrivað til at fáa heimapart.

Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapart til títt húski, so kanst tú søkja um tað her.

Far til sjálvgreiðslu
Mentanarstuðul
Umsókn um mentanarstuðul

Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

Far til sjálvgreiðslu
P-tals váttan
P-tals váttan

Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur p-tals váttanir. 

Far til sjálvgreiðslu
Tiltak á kommunalum øki
Tiltak á kommunalum øki

Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.

Far til sjálvgreiðslu
Samband við fyrisitingina fæst við umvegis teldupost fugloy@fugloy.fo ella telefon 217055