Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Heilsa og umsorgan

Ansing av eldri og óhjálpnum heima
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Búpláss
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Dag- og kvøldtilboð
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Ergo- og fysioterapi
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Fulltrú
Umsókn um fulltrú

Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa, geva og strika fulltrú. Fulltrúin fevnir um: 

  • At síggja heilivágsupplýsingar
  • Útflýggjan av heilivági 
  • Broyting av leveringsadressu
  • Endurnýggjan av reseptum*
  • Bíleggja heilsukanning*
  • Tilmelding til skamtan *
  • At síggja kalendarahendingar frá Apotekinum*

*Hesar tænastur eru ikki tøkar á Vanganum í dag, men eru í menning og verða fevndar av fulltrúini, tá tær verða tøkar. 

Far til sjálvgreiðslu
Fulltrú til Mínboks
Umsókn um fulltrú til Mínboks

Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa, geva og strika fulltrú til Mínboks

Hendan fulltrú gevur heimild til at umsita Mínboks vegna annan persón. Hetta merkir, at fulltrúin fær atgongd til allar hentleikar í Mínboks hjá fulltrúveitaranum, undir hesum at lesa, svara og strika brøv.

Hendan fulltrú er óavmarkað í tíð og er galdandi inntil hon verður strikað.

Mínboks inniheldur brøv, ið eru persónlig og kunnu innihalda trúnaðar upplýsingar.

Hendan fulltrú er ætlað til persónar við einari privatari relatión og er ikki ætlað at verða nýtt í starvshøpi, t.d. millum starvsfólk og viðskiftafólk, kunda, búfólk, klient o.l.

Far til sjálvgreiðslu
Læknaval
Læknaval

Í Føroyum er ókeypis at velja lækna. Læknavalið er kortini treytað av, at aðrar læknaviðtalur hava opið fyri nýggjum borgarum í heilsuøkinum, sum túr býrt í.

Velur tú nýggjan lækna áðrenn tann 15. í mánaðinum, fær nývalið virknað frá 1. í fylgjandi mánaði.

Velur tú nýggjan lækna eftir tann 15. í mánaðinum, fær nývalið virknað frá 1. í eftirfylgjandi mánaði.

Tá tú hevur valt nýggjan kommunulækna, kanst tú í fyrsta lagi velja nýggjan kommunulækna eftir 6 mánaðum.

Far til sjálvgreiðslu
Schengen váttan
Schengen váttan

Fer tú at ferðast uttanlands, og hevur tørv á heilivági meðan tú ert burtur, er í flestu londum í Europa Schengen váttan kravd.

Heilivágurin, talan er um, er turvelvandi (euforiserandi) heilivágur.

Tú kanst nýta hesa sjálvgreiðslu til at framleiða eini heilivágsváttan útfrá tínum heilivágsupplýsingum. Tað er skjótt og lætt.

Schengen váttanin sæst á skíggjanum og avrit verður goymt í Mínboks.

Fær tú heilivág sum Skamtan ella um viðmerking ”Ja-kontakt Apotek” kemur á skíggjan, so skal tú venda tær til Apoteksverkið fyri at fáa eina heilivágsváttan.

Til ber at síggja á heimasíðuni min.medicin.dk, hvør heilivágur krevur eina heilivágsváttan (Schengen-attest).

Far til sjálvgreiðslu
Sjúkradagpeningur
Sjúkradagpeningur, tá tú ikki fært løn undir sjúku

Tú kanst hava rætt til dagpening frá 1. fráverudegi, um Almannaverkið hevur móttikið umsókn tína í seinasta lagi 60 dagar aftaná 1. fráverudag. Verður umsóknin móttikin á Almannaverkinum seinni, verður dagpeningur veittir frá tí degnum.

Ert tú arbeiðsleys/-ur og gert sjúk/-ur, men ert ikki í ALS, kanst tú, áðrenn 30 dagar eru farnir frá tí, at tú fórt úr starvi, senda Almannaverkinum umsókn um sjúkradagpening og harvið møguliga vinna tær rættin til sjúkradagpening.

Far til sjálvgreiðslu
Stutttíðarpláss
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Umbið prát
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Útflýggjan av heilivági
Útflýggjan av heilivági

Her kanst tú biðja um, at heilivágur o.a., sum er útskrivað til tín, verður koyrt heim til tín av Posta, verður heintað á apotekinum ella verður heintað í pakkaboks.

Í sjálvavgreiðsluni sært tú yvirlit yvir heilivág o.a., sum er útskrivað til tín.

Tú kanst velja, um tú vilt hava allan heilivágin í einum ella ikki.

Far til sjálvgreiðslu
Venjing
Umsókn um venjing í Almannaverkinum

Ert tú í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur, ert heimabúgvandi kanst tú søkja um viðlíkahaldsvenjing frá Almannaverkinum. Tænastan krevur ikki ávísing frá lækna.

Far til sjálvgreiðslu