Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Heilsustýrið

Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum. Heilsustýrið umsitur tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar.

Ættarbandsskráin
Ættarbandsskráin

Ættarbandsskráin er eitt ættartræ yvir føroyingar, sum fevnir um tíðarskeiðið frá umleið ár 1650 til í dag. Umleið 149.000 fólk eru skrásett í skránni.

Høvuðsendamálið við verkætlanini er stovnan og viðlíkahald av einari talgildari ættarbandsskrá fyri allar Føroyar.

Í Ættarbandsskránni sært tú tínar ættfedrar í beinari linju aftureftir, kortini ber bert til at síggja nøvn á teimum, sum eru eldri enn 100 ár.

Far til sjálvgreiðslu
Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.

Heilsustýrið umsitur tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar.

T-post: hst@hst.fo