Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Heilsutrygd

Heilsutrygd Klaksvíksvegur 7 Postsmoga 52 700 Klaksvík Telefon 61 40 00 Upplatingartíðir og telefontíðir eru: Mán-frí kl. 10:00-15:00 (í feriutíð tó kl. 10:00-12:00)

Brilluískoyti
Ískoyti til brillur

Heilsutrygd veitir ískoyti til keyp av brillum ella brillugløsum til børn undir 16 ár, til fólk, sum eru fylt 67 ár og til fyritíðarpensjónistar.

Heilsutrygd veitir ískoyti til keyp av einum brillum ella brillugløsum um árið. Tó kann ískoyti verða veitt til tvinnar brillur ella brillugløs árliga til børn undir 16 ár, um tørvur er á broyttum stelli ella broyttum gløsum.

Far til sjálvgreiðslu
Gravarhjálp
Gravarhjálp

Heilsutrygd veitir stuðul til gravarhjálp til persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, t.v.s. persónar, búsitandi í Føroyum, tá teir andaðust, sambært skrásetingunum hjá Landsfólkayvirlitinum.

Gravarhjálpin verður veitt til útreiðslur til kistu og líkverju.
Útreiðslurnar skulu vera skjalprógvaðar við kvittan.

Far til sjálvgreiðslu
Heilsutrygdargjald - Frítøka
Heilsutrygdargjald

Um tú arbeiðir í øðrum Norðurlandi og rindar sosialtrygdargjøld har, kanst tú søkja um at verða frítikin at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum. Hetta er sambært Løgtingslóg um almenna heilsutrygd § 24, stk. 2:

"Persónar, [...] sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðanlandi vísandi til Nordisk Konvention om social sikring, [...] kunnu eftir umsókn verða undantiknir gjaldskyldu..." 

Far til sjálvgreiðslu
Heilsutrygd
Klaksvíksvegur 7
Postsmoga 52
700 Klaksvík
Telefon 61 40 00

Upplatingartíðir og telefontíðir eru:
Mán-frí kl. 10:00-15:00
(í feriutíð tó kl. 10:00-12:00)