Hjálp í gerandisdegnum
Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa, geva og strika fulltrú. Fulltrúin fevnir um:
- At síggja heilivágsupplýsingar
- Útflýggjan av heilivági
- Broyting av leveringsadressu
- Endurnýggjan av reseptum*
- Bíleggja heilsukanning*
- Tilmelding til skamtan *
- At síggja kalendarahendingar frá Apotekinum*
*Hesar tænastur eru ikki tøkar á Vanganum í dag, men eru í menning og verða fevndar av fulltrúini, tá tær verða tøkar.
Í hesari sjálvgreiðslu kanst tú geva eitt tíðaravmarkað loyvi til annan persón at avgreiða tíni viðurskifti við Akstovuna. Fulltrúin fevnir um eitt ella fleiri av hesum viðurskiftum:
- Útflýggjan av frámeldingarskjali til akfar við nummarplátu
- Útflýggjan av skrásetingarskjali til akfar við nummarplátu
- Heimild at undirskriva váttan um eigaraskifti akfar við nummarplátu
- Heimild at undirskriva fráboðan til sýn í samband við skráseting av nýggjum akfari við nummarplátu
- Heimild at undirskriva umsókn um ynskinummarspjøldur / avmarkað ynskinummarspjøldur
Tú kanst eisini altíð strika eina fulltrú, sum tú hevur givið. Tað gert tú eisini hesari sjálvgreiðslu.
Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa, geva og strika fulltrú til Mínboks
Hendan fulltrú gevur heimild til at umsita Mínboks vegna annan persón. Hetta merkir, at fulltrúin fær atgongd til allar hentleikar í Mínboks hjá fulltrúveitaranum, undir hesum at lesa, svara og strika brøv.
Hendan fulltrú er óavmarkað í tíð og er galdandi inntil hon verður strikað.
Mínboks inniheldur brøv, ið eru persónlig og kunnu innihalda trúnaðar upplýsingar.
Hendan fulltrú er ætlað til persónar við einari privatari relatión og er ikki ætlað at verða nýtt í starvshøpi, t.d. millum starvsfólk og viðskiftafólk, kunda, búfólk, klient o.l.
Ert tú rørslutarnað og nýtir koyristól, hevur tú møguleika at heita á serliga bussin til rørslutarnað hjá Tórshavnar kommunu.
Tú skalt góðkennast sum brúkari, áðrenn tú kanst nýta serflutningstænastuna.
Skipnanin fevnir ikki um sjúkraflutning.
Her kanst tú biðja um, at heilivágur o.a., sum er útskrivað til tín, verður koyrt heim til tín av Posta, verður heintað á apotekinum ella verður heintað í pakkaboks.
Í sjálvavgreiðsluni sært tú yvirlit yvir heilivág o.a., sum er útskrivað til tín.
Tú kanst velja, um tú vilt hava allan heilivágin í einum ella ikki.