Følsk SMS boð eru aftur í umferð. Ver varin og trýst ikki á ókend leinki. Les meira her
Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Klaksvíkar kommuna

Upplatingar- og telefontíðir: Mánadag til hósdag 10:00 - 16:00 Fríggjadag 10:00 - 15:00

Atkvøðurætt til Løgtingsval
Atkvøðurættur til Løgtingsval

Ert tú stødd/staddur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn 8 ár. Fyri at sleppa at velja, skalt tú søkja um upptøku á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett/ur.

Søk í góðari tíð. Tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Klaksvíkar kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Klaksvíkar kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026.

Far til sjálvgreiðslu
Bústaðarváttan
Bústaðarváttan

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.

Far til sjálvgreiðslu
Bústaðayvirlit
Bústaðaryvirlit

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.

Far til sjálvgreiðslu
Byggiloyvi
Byggiloyvi

Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging, fyrr enn byggiloyvi fyriliggur.

Les meira um bygging her

Far til sjálvgreiðslu
Dagstovnapláss
Dagstovnapláss

Møguleiki er at søkja um pláss í vøggustovu og barnagarði gjøgnum Vangan.

Fyri at fáa pláss skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Klaksvíkar kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til Klaksvíkar kommunu, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.

Heitt verður á foreldur um at søkja um pláss í góðari tíð fyri at tryggja sær pláss og geva kommununi betri møguleika at nøkta tørvin.

Far til sjálvgreiðslu
Frípláss
Umsókn um frípláss til barn á dagstovni

Hevur tú barn í kommunalu ansingarskipanini, kanst tú søkja kommununa um frípláss.

Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.

Tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til fíggjarligt frípláss.

Gjaldið kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá tær broyttust.

Far til sjálvgreiðslu
Frítíðarskúli
Frítíðarskúli

Møguleiki er at søkja um pláss í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.

Fyri at fáa pláss skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Klaksvíkar kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til Klaksvíkar kommunu, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.

Far til sjálvgreiðslu
Mentanarstuðul
Umsókn um mentanarstuðul

Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

Mentanarstuðul kann verða latin til verkætlanir, tiltøk og átøk innan mentanarligt virksemi sum t.d. framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur. Eisini kann stuðul verða latin til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum v.m. um mentan og list og til frítíðarvirksemi so sum ítrótt og skótar. 

Far til sjálvgreiðslu
P-tals váttan
P-talsváttan

Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur p-tals váttanir. 

Far til sjálvgreiðslu
Tiltak á kommunalum øki
Tiltak á kommunalum øki

Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki ella vegi, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, rennikapping, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.

Far til sjálvgreiðslu
Upplatingar- og telefontíðir:
Mánadag til hósdag 10:00 - 16:00
Fríggjadag 10:00 - 15:00