Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Ílegusavnið

Ílegusavnið er tann føroyski Biobankin, sum umsitur upplýsingar um blóðroyndir, vevnaðarroyndir, staðfestar sjúkur og ættarbond hjá føroyingum. Uppgávan hjá Ílegusavninum er at tryggja, at upplýsingarnar eru rættar, verða væl vardar og goymdar trygt. At fáa atgongd til upplýsingarnar krevur loyvi frá Dátueftirlitinum, Vísindaligu siðsemisnevndini og Ílegusavninum.

Ættarbandsskráin
Ættarbandsskráin

Ættarbandsskráin er eitt ættartræ yvir føroyingar, sum fevnir um tíðarskeiðið frá umleið ár 1650 til í dag. Umleið 149.000 fólk eru skrásett í skránni.

Ættarbandsskráin verður gjørd í samstarvi við Tjóðskjalasavnið www.skjalasavn.fo.

Høvuðsendamálið við verkætlanini er stovnan og viðlíkahald av einari talgildari ættarbandsskrá fyri allar Føroyar.

Í Ættarbandsskránni sært tú tínar ættfedrar í beinari linju aftureftir, kortini ber bert til at síggja nøvn á teimum, sum eru eldri enn 100 ár.

Far til sjálvgreiðslu
Ílegusavnið er tann føroyski Biobankin, sum umsitur upplýsingar um blóðroyndir, vevnaðarroyndir, staðfestar sjúkur og ættarbond hjá føroyingum.
Uppgávan hjá Ílegusavninum er at tryggja, at upplýsingarnar eru rættar, verða væl vardar og goymdar trygt. At fáa atgongd til upplýsingarnar krevur loyvi frá Dátueftirlitinum, Vísindaligu siðsemisnevndini og Ílegusavninum.