Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Mín familja og eg

Borgarlig vígsla
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Dagstovnapláss
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Dagstovnapláss - Uppsøgn
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Familjuískoyti - Árlig váttan
Árlig váttan

Almannaverkið hevur tørv á einari árligar váttan uppá at tú framvegis ynskir og/ella hevur rætt til familjuískoyti

Far til sjálvgreiðslu
Familjuískoyti - Umsókn
Familjuískoyti til familjur við lágari inntøku

Møguleiki er hjá barnafamiljum, ið hava lága inntøku, at fáa fíggjarligan stuðul við at fylla út umsóknarblað og senda tað til Almannaverkið. Familjan skal hava skrásettan bústað í Føroyum.

Av tí at útgjaldið er treytað av umsókn og kemur í gildi frá tí mánaði, umsóknin er móttikin, er umráðandi at lata umsókn inn sum skjótast.

Far til sjálvgreiðslu
Flyta bústað
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Fosturforeldur
Umsókn um at gerast fosturforeldur

Barnaverndarstova Føroya umsitur Fosturforeldraskipanina, sum er fevnd av lógini um barnavernd. Tá eitt barn verður sett heiman, skal Fosturforeldraskipanin vísa á eina góðkenda fosturfamilju. Skipanin kann eisini vísa á umlættingarfamilju til barn, sum hevur fingið hetta játtað frá einari barnaverndartænastu.


Tað eru tvey sløg av fosturfamiljum: 
•    Fosturforeldur, har einki samband ella tilknýti er millum fosturbarn og fosturfamilju áðrenn.
•    Fosturforeldur - netverks/næstringa, sum er fyriskipan, har tað annaðhvørt eru familjubond millum barn og fosturforeldur, ella har fosturforeldrini eru úr netverkinum hjá barninum. 

Sama um søkt verður um at gerast fosturforeldur ella at gerast umlættingarforeldur, er neyðugt at útfylla umsókn.

Les meira um hvat tað fevnir um at vera fosturforeldur.

Far til sjálvgreiðslu
Fráboðan av faðirskapi
Fráboðan av faðirskapi

Hendan sjálvgreiðsla er til ógifta mammu at nýføddum barni, til at upplýsa, hvør pápin at barninum er.

Fyri at tryggja rættin hjá barni at kenna uppruna sín, rættindi hjá barni mótvegis pápanum umframt skyldu og rættindi hjá pápanum mótvegis barninum, skal staðfestast og skrásetast, hvør er pápi at barninum. 

Eru foreldur at barni ógift, verður mamman biðin um at upplýsa, hvør pápin at barninum er. Upplýsti pápin verður síðan spurdur, um at vátta faðirskap at barninum.

Foreldur at børnum, fødd 1. januar 2023 ella seinni, fáa sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika, um tey sambært Landsfólkayvirlitinum hava havt felags bústað samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt.

Hava foreldrini ikki búð saman í meira enn 10 samanhangandi mánaðir fyri føðing, hevur mamman einaforeldramyndugleika yvir barninum. Øll foreldur kunnu tó avtala felags foreldramyndugleika ígjøgnum Familjufyrisitingina. Vilja tit gera avtalu um felags foreldramyndugleika kunnu tit fylla út, undirskriva og senda Familjufyrisitingini Fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika, sum er at finna á heimasíðu okkara.

Eru foreldur at barni gift, verður hjúnafelagi mammuna skrásettur sum pápi at barninum og foreldrini hava felags foreldramyndugleika. Í slíkum føri skulu foreldur onki gera, tí at bæði foreldur verða skrásett í Fólkayvirlitinum við barnsins føðing. 

Vinaliga les um rættindi og skyldur, og um málsgongdina niðanfyri.

GG! Familjufyrisitingin skal hava føði- og navna-/dópsbræv hjá mammu og pápa at barninum. Skjølini kunnu leggjast afturat í sjálvgreiðsluni.

Far til sjálvgreiðslu
Frípláss
Vel tænastuveitara
Tænastan verður bjóðað av fleiri tænastuveitarum. Vinaliga vel tín tænastuveitari:
Frítíðarskúli
Frítíðarskúli

Møguleiki er at søkja um pláss í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.

Fyri at fáa pláss skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Klaksvíkar kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til Klaksvíkar kommunu, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.

Far til sjálvgreiðslu
Serligt barnaískoyti - Árlig váttan
Serligt barnaískoyti - Árlig váttan

Tú kanst fáa serligt barnaískoyti, um tú ert einsamallur uppihaldari, ið ikki livir í parlagi.

Far til sjálvgreiðslu
Serligt barnaískoyti - Umsókn
Serligt barnaískoyti

Tú kanst fáa serligt barnaískoyti, um tú ert einsamallur uppihaldari, ið ikki livir í parlagi.

Far til sjálvgreiðslu
Stuðul til hjúnafelagagjald
Stuðul til hjúnafelagagjald

Er tær av tí almenna álagt at gjalda hjúnafelagagjald til fyrrverandi hjúnafelaga, skildan ella sundurlisnan, kanst tú søkja um stuðul til tað her.
Rindar tú beinleiðis til viðkomandi, skulu kvittanir viðheftast umsóknini.

Hendan sjálvgreiðslan er ikki til stuðul til uppihaldspening vegna børn.
 

Far til sjálvgreiðslu
Stuðul til uppihaldspening fyri børn
Stuðul til uppihaldspening

Er tær álagt at gjalda uppihaldspening til meira enn eitt barn ella hækka barnagjald, kanst tú søkja um stuðul til uppihaldspening.

Rindar tú beinleiðis til uppihaldaran av barninum, skulu kvittanir viðheftast umsóknini.

Far til sjálvgreiðslu
Váttan fyri vantandi barnaansing
Váttan fyri vantandi barnaansing

Ert tú í tí støðu aftaná barnsburðarfarloyvi, at tú ikki fært títt barn ansað á dagstovni, og í tí sambandi fært fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa til arbeiðis, kanst tú venda tær til Almannastovuna fyri at kanna, um tú hevur møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldshjálp. Almannastovan krevur í hesum sambandi váttan frá kommununi um, at tað ikki ber til at útvega pláss til ynsktu tíð. Her kanst tú søkja um váttan fyri vantandi barnaansing. 

Les meira um váttan fyri vantandi barnaansing

Far til sjálvgreiðslu