Ognir
Í løtuni eru eingi tøk bátapláss í Vestmanna kommunu, men til ber at skriva seg á bíðilista við at senda eina umsókn um bátapláss.
Bátahylurin í kommununi er inni á Fjørð og har eru pláss fyri 72 bátum.
Bátar, ið søkja um pláss í bátahylinum í Vestmanna, skulu góðkennast av Vestmanna Havn.
Bátarnir skulu vera heimahoyrandi í Vestmanna, og bátaeigarin skal vera skrásettur sum búgvandi í Vestmanna kommunu.
Tá akfar skiftir eigara, skal váttan um eigaraskifti altíð latast Akstovuni.
Keyparin má minnast til at kanna, at eingin pantur er í akfarinum, og at akfarið ikki er í vegskattaeftirstøðu.
Í hesari sjálvgreiðslu ber til hjá privatpersónum at avgreiða eigaraskifti av smábátum.
Tá tú selur ella keypir ein smábát, krevst undirskrift. Tí mugu bæði seljarar og eigarar hava Samleikan at skriva undir við.
Hevur tú keypt ein bát, sum áður ikki er skrásettur í Farskránni, kanst tú skráseta hann í hesari sjálvgreiðslu. Tú kanst eisini skráseta aðrar eigarar til bátin. Allir partar skulu skriva undir við Samleikanum.