Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Økistænastan í Sandoyar Sýslu

Mánadag til fríggjadag frá kl.9.00 til kl.15.00

Búpláss
Umsókn um búpláss

Hjá Økistænastuni í Sandoyar Sýslu eru tilsamans trýggir eldrabústovnar:

  • Røktarheimið Áargarður
  • Røktarheimið Skerið
  • Demensheimið Gerðisgarður

Tað ber ikki til at seta fram ynski um at koma á eitt ávíst heim at búgva.

Far til sjálvgreiðslu
Dagtilboð
Dagtilboð á Virkisstovuni

Virkisstovan er ætlað fólkapensjonistum, sum búgva heima, men av givnum orsøkum hava tørv á uppihaldi í dagtilboði um dagin.

Endamálið er at skapa tryggar karmar í gerandisdegnum, umframt geva møguleika fyri sosialari samveru. 

Kostnaður fyri dagtilhald er at finna á www.ot.fo

Far til sjálvgreiðslu
Stutttíðarpláss
Umsókn um stutttíðarpláss

Heimabúgvandi fólkapensjonistur, kann søkja um stutttíðarpláss á einum bústovni hjá Økistænastuni. Ein tørvsmeti hjá Økistænastuni í Sandoyar Sýslu metir síðan um støðuna og tørvin.

Far til sjálvgreiðslu
Umbið prát
Umbið eitt prát

Um tørvur er at tosa um viðurskifti í mun til tær tænastur, sum Økistænastan í Sandoyar Sýslu bjóðar, hevur tú møguleika at biðja um eitt prát við starvsfólk okkara, sum gevur tær vegleiðing.

Far til sjálvgreiðslu
Mánadag til fríggjadag
frá kl.9.00 til kl.15.00

T-post: ot@ot.fo