P-tal og skráseting
Her kann tú broyta tað konto sum Almannaverkið framyvir skal útgjalda tínar veitingar til.
Eru upplýsingar um teg skeivar, er møguligt at senda rættingar í hesi sjálvgreiðslu. Sjálvgreiðslan fevnir sostatt bara um rættingar av verandi skráseting og ikki um broytingar.
Skjalprógv er altíð neyðugt í samband við rættingar í Landsfólkayvirlitinum.
Tú kanst eisini boða frá tínum núverandi bústaði uttanlands. Tað er ikki ein løgfrøðiliga bindandi skráseting, men ein tænasta, vit kunnu veita.
Hevur barn títt ikki føroyskt p-tal, hevur tú møguleika at søkja um eitt sovnevnt TK-tal, sum kann brúkast til skipanina BARN til p-tal er fingið til vega.
Ættarbandsskráin er eitt ættartræ yvir føroyingar, sum fevnir um tíðarskeiðið frá umleið ár 1650 til í dag. Umleið 149.000 fólk eru skrásett í skránni.
Ættarbandsskráin verður gjørd í samstarvi við Tjóðskjalasavnið www.skjalasavn.fo.
Høvuðsendamálið við verkætlanini er stovnan og viðlíkahald av einari talgildari ættarbandsskrá fyri allar Føroyar.
Í Ættarbandsskránni sært tú tínar ættfedrar í beinari linju aftureftir, kortini ber bert til at síggja nøvn á teimum, sum eru eldri enn 100 ár.