Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

ROÐIN

Telefontíð er 09.00 til 15.00 gerandisdagar

Ansing av eldri og óhjálpnum heima
Ansing av eldri og óhjálpnum heima

Tú kanst søkja um samsýning at ansa einum eldri og óhjálpnum borgara heima við hús. Samsýningin hevur sum endamál at tryggja, at óhjálpni borgarin kann fáa støðuga røkt og hjáveru í heiminum heldur enn at fara á røktarheim.

Tá tygum hava søkt setur ein visitator seg í samband við tygum og síðani verður umsókn tygara viðgjørd við støði í frágreiðing frá visitator. 

Far til sjálvgreiðslu
Búpláss
Umsókn um búpláss

Eftir at umsókn er móttikin um búpláss, tekur ein upptøkunevnd,  eftir tilmæli frá tørvsmetara, avgerð um upptøku.

Avgerðin er fakliga grundað, og upptøkunevndin skal tryggja, at borgarin við størsta tørvi fær hægstu raðfesting.

Allir fólkapensjónistar, ið búgva í eldrabústovni – uttan mun til, um teir eru giftir ella stakir – fáa pensjónsupphædd sum stakir pensjónistar. Gjaldið er somuleiðis líka fyri øll, gift sum støk.

Far til sjálvgreiðslu
Dagtilboð
Dagtilboð

Dagtilhald er ætlað borgarum, sum búgva heima, men av givnum orsøkum hava tørv á uppihaldi í dagtilboði ávísar tímar í samdøgrinum.

Endamálið er at skapa tryggar karmar í gerandisdegnum, umframt geva møguleika fyri sosialari samveru. 

Far til sjálvgreiðslu
Ergo og fysioterapi
Ergo og fysioterapi

Roðin bjóðar ergo- og fysioterapi til fólkapensjonistar. Avgerð um veiting av ergo- og/ella fysioterapi verður tikin við støði í  fakligari meting.

Ein  fysio- ella ergoterapeutur kemur so heim til eitt prát, metur um støðuna, og avgerð um átøk skulu gerast. Átøkini kunnu verða útvegan av hjálpartólum, venjing og vegleiðing annars.

Far til sjálvgreiðslu
Mattænasta
Mattænasta

Heimabúgvandi pensionistar hava møguleika at fáa døgurða útbornan 5 dagar um vikuna, um mett verður, at viðkomandi hevur tørv á tí. 

Far til sjálvgreiðslu
Stutttíðarpláss
Stutttíðarpláss

Eftir at umsókn er móttikin um umlætting/rehabilitering, tekur upptøkunevndin, eftir tilmæli frá tørvsmeta, avgerð um upptøku.
Avgerðin er fakliga grundað, og upptøkunevndin skal tryggja, at borgarin við størsta tørvi fær hægstu raðfesting.

Far til sjálvgreiðslu
Umbið prát
Umbið eitt prát

Um tørvur er at tosa um viðurskifti í mun til tær tænastur, sum Roðin bjóðar, hevur tú møguleika at biðja um eitt prát við starvsfólk okkara, sum gevur tær vegleiðing.

Far til sjálvgreiðslu
Telefontíð er 09.00 til 15.00 gerandisdagar