Runavíkar kommuna
Mánadag til hósdag kl. 9 – 16 Fríggjadag kl. 9 - 15
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar.
Tú hevur ikki loyvi at fara undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Tú kann søkja um pláss í dagrøkt, vøggustovu, barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.
Fyri at fáa pláss, skal annað foreldrið og barnið verða búsitandi í Runavíkar kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til kommununa, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.
Heitt verður á teg um at søkja um pláss í góðari tíð.
Hevur tú barn í kommunalu ansingarskipanini, kann tú søkja kommununa um frípláss.
Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.
Tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til fíggjarligt frípláss.
Gjaldið kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá tær broyttust
Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul.
Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verkætlanum í Runavíkar kommunu.
Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.