Sands kommuna
Skrivstovan: Mánadag til fríggjadag 09:00-13.00 Mørkin mikla 3 210 Sandur
Ert tú stadd/ur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn 8 ár. Fyri at sleppa at velja, skalt tú søkja um upptøku á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett.
Søk í góðari tíð. Tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Sands kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Sands kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026. Afturlatingartíðin er klokkan 16.
Hevur tú eina fráboðan um til dømis rottur, tóman saltkassa, vespur, hol í vegnum, óynsktan plantuvøkstur, so sum garðaskøru ella sponsk hindber, rusk á lendisgøtum ella um brek á gøtuljósum, kanst tú boða kommununi frá beinleiðis her á heimasíðuni.
Áðrenn tú ætlar at kynda bál, má umsókn sendast kommununi til góðkenningar.
Tá ið talan er um stórt bál, er ikki loyvt at kynda, fyrr enn loyvi er givið.
Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmáti, eru at rokna sum stór bál.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðayvirlit.
Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Sands kommunu
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur.
Tá tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitekar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, tekningara ella onnur, sum byggivaldið heldur hevur nóg holla vitan og kunnleika.
Her kanst tú søkja um dagstovnapláss í Sands kommunu.
Tað er eingin bíðilisti til dagstovnapláss í Sands kommunu.
Søkt eigur at vera um pláss á dagsstovni í minsta lagi 1 mánaða áðrenn barnið skal byrja á stovni.
Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn 353.900 kr. um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn. Frípláss er eitt fíggjarligt ískoyti frá landinum, sum tú fært til dagstovnagjaldið. Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka tínum barni pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.
Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú bíleggja útskrift av máliblaði fyri ein ávísan eigindóm. Eitt máliblað er eitt útgreinað kort, sum vísir longdir, hvørji marknamerki eru sett, hvat er vinkulrætt o.s.fr. Máliblaðið verður veitt av Umhvørvisstovuni.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur Máliblað.
Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú søkja um marknaseting. Við marknaseting verður markið millum tveir ella fleiri eigindómar sett. Tænastan verður veitt av Umhvørvisstovuni.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur Marknaseting.
Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú søkja um matrikulbroytingar. Hevur tú ynski um at broyta tína ogn, verður hetta gjørt eftir reglunum í ll 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022. Tænastan verður veitt av Umhvørvisstovuni.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur Matrikulbroytingar.
Sangarar, tónleikarar, listafólk og onnur, ið eru heimahoyrandi í Húsavíkar kommunu, kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, sum verður hildið í ella uttan fyri Húsavíkar kommunu.
Sangarar, tónleikarar, listafólk og onnur heimahoyrandi uttan fyri Húsavíkar kommunu, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, tá hetta verður hildið í Húsavíkar kommunu.
Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur p-tals váttanir.
Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki, so sum mentanartiltak, konsert, útimøti, súkklukapping og tílíkt, skalt tú søkja kommununa um loyvi.