Sjóvar kommuna
Kommunuskrivstovan hevur opið: Mánadag til fríggjadag kl. 8.30 - 12.00
Ert tú stadd/ur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn 8 ár. Fyri at sleppa at velja, skalt tú søkja um upptøku á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett.
Søk í góðari tíð. Tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Sjóvar kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Sjóvar kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026. Afturlatingartíðin er klokkan 16.
Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú boða kommununi frá um ymiskt
- Skaðadjór
- Ferðslu og vegir
- Umhvørvi
- Vøkstur
- Annað
Hevur tú tørv á skalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.
Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú søkja um byggloyvi í Sjóvar kommunu.
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Loyvt er ikki at fara undir bygging fyrr enn tú hevur fingið byggiloyvi. Tá tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Hesi eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Møguleiki er at søkja um pláss í vøggustovu, barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.
Fyri at fáa pláss, skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Sjóvar kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til kommununa, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.
Heitt verður á teg um at søkja um pláss í góðari tíð.
Hevur títt barn ikki tørv á dagstovna-/frítíðarskúlaplássi longur, er tað tín ábyrgd at boða kommununi frá. Hetta kanst tú gera í hesi sjálvgreiðslu.
Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú boða frá hesum flytingum:
• Bústað til Sjóvar kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
• Innanhýsis í kommununi
• Úr Sjóvar kommunu og til útlond.
Tó ikki tá tú flytur til Danmarkar, Grønlands, Noregis, Svøríkis, Finnlands, Álands ella Íslands.
Flytur tú til eitt hesum norðanlondunum, skalt tú boða kommununi tú flytir til, frá.
Skipanirnar hjá Norðurlondum virka saman, so at fráflyingin sæst í okkara yvirliti.
Hevur tú barn í kommunalu ansingarskipanini, kast tú søkja kommununa um fíggjarligt frípláss.
Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.
Tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til fíggjarligt frípláss.
Gjaldið kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá tær broyttust.
Sjóvar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul.
Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verkætlanum í Sjóvar kommunu.
Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur p-tals váttanir.
Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.