Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Sjóvinnustýrið

Vit verja mannalív á sjónum, samstundis sum vit verja umhvørvið og skapa góðar karmar fyri vøkstri í sjóvinnuni.

Broyting í verandi báti
Broyting í verandi báti

Í hesari sjálvgreiðslu kanst tú skráseta broytingar í einum báti, sum tú eigur. Skalt tú til dømis broyta navn á báti ella broyta heimstað, kanst tú gera tað her. Broytingarnar verða síðan góðkendar og skrásettar í Farskránni.

Far til sjálvgreiðslu
Eigaraskifti á báti
Eigaraskifti á báti

Í hesari sjálvgreiðslu ber til hjá privatpersónum at avgreiða eigaraskifti av smábátum.

Tá tú selur ella keypir ein smábát, krevst undirskrift. Tí mugu bæði seljarar og eigarar hava Samleikan at skriva undir við.

Far til sjálvgreiðslu
Nýskráseting av báti
Nýskráseting av báti

Hevur tú keypt ein bát, sum áður ikki er skrásettur í Farskránni, kanst tú skráseta hann í hesari sjálvgreiðslu. Tú kanst eisini skráseta aðrar eigarar til bátin. Allir partar skulu skriva undir við Samleikanum.

Far til sjálvgreiðslu
Siglingarbók
Siglingarbók

Sjófólk, sum mynstra umborð á føroyskum skipi, skulu hava siglingarbók.

Fyri at fáa siglingarbók skal umsøkjari verða fyltur 16 ár. Hjá persónum undir 18 ár, skulu tey, ið hava foreldramyndugleika, skriva undir. Um tvey foreldur hava foreldramyndugleikan, skulu bæði skrivað undir.

Passmynd ikki eldri enn 2 ár og avrit av passi skal leggjast við umsóknini. Gev gætur, at myndin skal hava einlitta bakgrund og annars fylgja passreglunum hjá Rigspolitiet. 

Far til sjálvgreiðslu
Vit verja mannalív á sjónum, samstundis sum vit verja umhvørvið og skapa góðar karmar fyri vøkstri í sjóvinnuni.

T-post: fma@fma.fo