Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Skopunar Kommuna

Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag til fríggjadag - kl. 09:00 - 13:00

Atkvøðurætt til Løgtingsval
Atkvøðurættur til Løgtingsval

Ert tú stadd/ur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn 8 ár. Fyri at sleppa at velja, skalt tú søkja um upptøku á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett. 

Søk í góðari tíð. Tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Skopunar kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Skopunar kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026. Afturlatingartíðin er klokkan 16.

Far til sjálvgreiðslu
Bústaðarváttan
Bústaðarváttan

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.

Far til sjálvgreiðslu
Byggiloyvi
Byggiloyvi

Her kanst tú søkja um byggloyvi í Skopunar kommunu

Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur.

Tá tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitekar, byggifrøðingar, verkfrøðingar ella onnur, sum byggivaldið metir hevur nóg holla vitan og kunnleika.

Far til sjálvgreiðslu
Flyta bústað
Flyta bústað

 

Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum: 

  • Innanhýsis í Skopunar kommunu 

  • Til Skopunar kommunu úr aðrari føroyskari kommunu 

  • Úr Skopunar kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. 

Far til sjálvgreiðslu
Máliblað
Máliblað

Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú bíleggja útskrift av máliblaði fyri ein ávísan eigindóm. Eitt máliblað er eitt útgreinað kort, sum vísir longdir, hvørji marknamerki eru sett, hvat er vinkulrætt o.s.fr.  Máliblaðið verður veitt av Umhvørvisstovuni.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur máliblað.

Far til sjálvgreiðslu
Marknaseting
Marknaseting

Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú søkja um marknaseting. Við marknaseting verður markið millum tveir ella fleiri eigindómar sett. Tænastan verður veitt av Umhvørvisstovuni.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur marknaseting.

Far til sjálvgreiðslu
Matrikulbroytingar
Matrikulbroytingar

Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú søkja um matrikulbroytingar. Hevur tú ynski um at broyta tína ogn, verður hetta gjørt eftir reglunum í ll 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022. Tænastan verður veitt av Umhvørvisstovuni.

Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur matrikulbroytingar.

Far til sjálvgreiðslu
Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag til fríggjadag - kl. 09:00 - 13:00


Tel: 361349