Skúli og útbúgving
Ferðastudningurin er ætlaður at stuðla føroyingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, í at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið.
Her søkir tú um pláss í skúla, tá tit eru flutt ella flyta til Tórshavnar kommunu. Ynskir tú at flyta barnið úr frískúla í kommunalan fólkaskúla, kanst tú eisini leita barninum pláss her.
Ætlar tú tær hinvegin at flyta barnið millum skúlar í Tórshavnar kommunu, skalt tú venda tær beinleiðis til skúlan, sum títt barn gongur í.
Tú søkir um upptøku til hægri útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya í hesari sjálvgreiðslu.
Í sjálvgreiðsluni kanst tú velja upp í tríggjar ymiskar útbúgvingar eftir raðfesting. Tú kanst søkja gjøgnum kvotu 1 ella kvotu 2. Tú sleppur tó bara inn á eina útbúgving.
Ert tú lesandi, ið er fylt/ur 18 ár og fær mánaðarliga studningin frá Studna, er møguligt at søkja um lestrarlán.
Sum lesandi í Føroyum kanst tú, ið lýkur treytirnar, søkja um studning frá Studna.
G.G. Mánaðin eftir, at tú ert vorðin 18 ár, verður studningurin útgoldin sjálvvirkandi. Tískil er ikki neyðugt at søkja av nýggjum.
Í hesi sjálvgreiðslu kanst tú frá 15.feb. til 15. mars søkja um upptøku á miðnáms- og yrkisútbúgvingar í Føroyum. Eisini ber til at søkja inn á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy.
Eru ivaspurningar, set teg í samband við skúlan, har tú ynskir at søkja.
Gev gætur: allar fílur, sum verða viðfestar skulu vera pdf, word ella sum mynd (jpg, jpeg, png).
Rentustuðul til lestrarlán er peningaligur stuðul, sum samfelagið letur lesandi til at gjalda rentur av lánum, sum tey taka í sambandi við lesnað sín.
Her kanst tú sum foreldur/verji geva samtykki til, at barn tygara kann taka lut í vanligum fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningum hjá heilsufrøðingi, sum Gigni bjóðar øllum skúlabørnum. Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivna.
Sjófólk, sum mynstra umborð á føroyskum skipi, skulu hava siglingarbók.
Fyri at fáa siglingarbók skal umsøkjari verða fyltur 16 ár. Hjá persónum undir 18 ár, skulu tey, ið hava foreldramyndugleika, skriva undir. Um tvey foreldur hava foreldramyndugleikan, skulu bæði skrivað undir.
Passmynd ikki eldri enn 2 ár og avrit av passi skal leggjast við umsóknini. Gev gætur, at myndin skal hava einlitta bakgrund og annars fylgja passreglunum hjá Rigspolitiet.
Í hesari sjálvgreiðslu kanst tú søkja um at fáa útflyggjað vinnubræv sum kavari. Gev gætur, at tú skalt viðfesta útbúgvingarprógv, heilsuváttan frá lækna og útbúgvingarskeið í fyrstuhjálp. Harumframt skalt tú gjalda eina upphædd fyri vinnubrævið.
Vinnuligt kavaraarbeiði á landleiðini, á føroyskum sjóøki og frá føroyskum skipum kann bert verða útint av persónum, sum hava vinnukavarabræv.