Skúvoyar kommuna
Um tørvur er at fáa samband við Skúvoyar kommunu, ring +298 22 62 96 ella skriva teldupost til skuvoy@skugvoy.fo
Bátar, ið søkja um pláss í bátahylinum í Skúvoy, skulu góðkennast av kommununi.
Bátarnir skulu vera heimahoyrandi í Skúvoy, og bátaeigarin skal vera skrásettur sum búgvandi í Skúvoyar kommunu.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða kommununi frá um ymiskt, so sum skaðadjór, vøkstur og annað.
Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið yvir, at størri bál, sum nýggjársbál og jóansøkubál, krevja góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.
Kortini skalt tú altíð fylgja leiðreglunum fyri bálbrenning. Fyri øll bál, stór sum smá, og øll eldstøð bæði innan- og uttandura, er meginreglan, at bálini mugu ikki elva til ampa. Elvir brenningin til ampa, skal kommunan ella løgreglan geva boð um, at eldurin skal sløkkjast.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.
Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Skúvoyar kommunu
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast til kommununa.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Loyvt er ikki, at farið verður undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Hesi eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
Innanhýsis í Skúvoyar kommunu
Til Skúvoyar kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Úr Skúvoyar kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum, fær Skúvoyar kommuna boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.
Tú og húski títt eru sjálvvirkandi uppskrivað til at fáa heimapart. Vilt tú ikki longur vera skrásett/ur til at fáa heimapart, kanst tú boða frá her.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú søkja kommununa um loyvi til at taka niður bygning.
Skalt tú skjalprógva títt P-tal, kanst tú fáa eina P-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur P-tals váttanir.
Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.