Sørvágs kommuna
Kommunuskrivstovan hevur opið: Mánadag - hósdag: 10:00 - 14.00 Fríggjadag: 10.00 - 12.00
Ætlar tú at brenna bál , skal tú søkja kommununa um loyvi, tí størri bál krevja góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.
Kortini skalt tú altíð fylgja leiðreglunum fyri bálbrenning. Fyri øll bál, stór sum smá, og øll eldstøð bæði innan- og uttandura, er meginreglan, at bálini mugu ikki elva til ampa. Elvir brenningin til ampa, kann kommunan ella løgreglan geva boð um, at eldurin skal sløkkjast.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.
Hetta er sjálvgreiðsla at søkja um byggloyvi í Sørvágs kommunu.
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast til kommununa.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Loyvt er ikki at farið verður undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Hesi eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Tú kann søkja um pláss á vøggustovu, í barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.
Heitt verður á teg/tykkum um at søkja um pláss í góðari tíð.
Er neyðugt at tryggja barnið tínum pláss á stovninum til ávíst dato, skal umsóknin verða kommununi í hendi minst tríggjar mánaðir áðrenn barnið skal byrja á stovninum. Barnið kann byrja fyrsta ella hálvan í einum mánaði.
Fyri at fáa pláss, skal annað foreldrið og barnið vera búsitandi í Sørvágs kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til kommununa, søkja um upptøku seks mánaðir áðrenn flyting.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
- Til Sørvágs kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Innanhýsis í Sørvágs kommunu
Úr Sørvágs kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum, skalt tú boða kommununi, tú flytir til, frá. Skipanirnar hjá Norðurlondum eru samvirknar, so at fráflyingin sæst í okkara yvirliti eftirfylgjandi.
Ert tú stakur uppihaldari at barni/børnum í ansing, og er tín inntøka í lægra lagi um árið, kanst tú søkja um frípláss til barnaansing. Frípláss er eitt fíggjarligt ískoyti frá kommununi, sum tú kanst fáa eftir umsókn, um tú/tit lúka treytirnar í kunngerð nr. 88 frá 2009 um fíggjarligt frípláss. Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka tínum barni pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.
Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Mentanarstuðul kann verða latin til verkætlanir, tiltøk og átøk innan mentanarligt virksemi sum t.d. framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur. Eisini kann stuðul verða latin til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum v.m. um mentan og list og til frítíðarvirksemi so sum ítrótt og annað, sum kemur borgarum í Sørvágs kommunu tilgóða.
Skalt tú skjalprógva títt P-tal, kanst tú fáa eina P-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur P-tals váttanir.
Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.