Studni
Telefon- og avgreiðslutíðir hjá Studna Mánadag og Týsdag kl. 10-12 og 13-14 Mikudag stongt Hósdag og Fíggjadag kl. 10-12 Studni umsitur lestrarstuðulin til lesandi í Føroyum umframt ferðastuðul til lesandi uttanlands og ÚSUN, sum er stuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond.
Ferðastudningurin er ætlaður at stuðla føroyingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, í at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið.
Ert tú lesandi, ið er fylt/ur 18 ár og fær mánaðarliga studningin frá Studna, er møguligt at søkja um lestrarlán.
Sum lesandi í Føroyum kanst tú, ið lýkur treytirnar, søkja um studning frá Studna.