Stuðul og útreiðslur
Til persónar, ið fara í annað norðurland at arbeiða uttan at flyta bústað og sum velja, at verða sosialt tryggjaðir í Føroyum, og harvið kunnu fáa undantak frá at gjalda sosiala trygd í arbeiðslandinum.
Er ikki galdandi fyri Danmark og Grønland.
Fyri at fáa staðfest, um tú hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul, skalt tú útfylla hesa umsókn. Harafturat skalt tú lata avrit av uppsøgn frá ella til seinasta arbeiðsgevara og møguliga onnur skjøl.
Í umsóknini skalt tú eisini svara ymiskum spurningum og greiða frá tínum arbeiðsroyndum, útbúgving/um og hvat arbeiði, tú kundi hugsað tær.
Tú hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul frá tí degi, tú ert arbeiðsleys/ur og prógvar tað, tó í fyrsta lagi frá tí degi ALS hevur móttikið skrivliga fráboðan frá tær, ella frá tí tú ert byrjað/ur at útfylla hesa umsókn.
Einsamallur uppihaldari kann biðja um at fáa barnagjald útgoldið frá Almannaverkinum, um tann, ið hevur skyldu at gjalda, ikki vil ella kann gjalda.
Heilsutrygd veitir ískoyti til keyp av brillum ella brillugløsum til børn undir 16 ár, til fólk, sum eru fylt 67 ár og til fyritíðarpensjónistar.
Heilsutrygd veitir ískoyti til keyp av einum brillum ella brillugløsum um árið. Tó kann ískoyti verða veitt til tvinnar brillur ella brillugløs árliga til børn undir 16 ár, um tørvur er á broyttum stelli ella broyttum gløsum.
Stuðul til dupult húsarhald er peningaligur stuðul, ið verður veittur persóni, sum av arbeiðsávum hevur tveir bústaðir í Føroyum.
Heilsutrygd veitir stuðul til gravarhjálp til persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, t.v.s. persónar, búsitandi í Føroyum, tá teir andaðust, sambært skrásetingunum hjá Landsfólkayvirlitinum.
Gravarhjálpin verður veitt til útreiðslur til kistu og líkverju.
Útreiðslurnar skulu vera skjalprógvaðar við kvittan.
Um tú arbeiðir í øðrum Norðurlandi og rindar sosialtrygdargjøld har, kanst tú søkja um at verða frítikin at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum. Hetta er sambært Løgtingslóg um almenna heilsutrygd § 24, stk. 2:
"Persónar, [...] sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðanlandi vísandi til Nordisk Konvention om social sikring, [...] kunnu eftir umsókn verða undantiknir gjaldskyldu..."
Inni á hesari sjálvgreiðslu hevur tú møguleika at senda okkum eina tilmelding til minstaforvinning.
Minstiforvinningurin er ein mánaðarlig veiting, ið verður veitt til persónar skrásettir í Landsfólkayvirlitinum við bústaði í Føroyum, sum eru á útróðri á føroysku landleiðunum við føroyskt skrásettum fiskiførum, sum eru 110 tons ella minni.
Endurgoldið verður bert fyri meirvirðisgjald av hitapumpu, arbeiði og útbúnaði. Tað merkir, at endurgjald av útbúnaði, ið gongur frá hitapumpu til hitaskipan inni í sethúsi ella bygningi verður ikki endurgoldið.
GG! Fyri at kunna avgreiða umsóknina umvegis hesa sjálvgreiðslu er neyðugt at hava avrit av rokningum og kvittanum fyri goldnar útreiðslur fyri hitapumpuskipan, útbúnað, arbeiðsløn fyri uppseting av hitapumpu og útreiðslur fyri elarbeiðið. Skjølini skulu verða teldutøk og heftast við umsóknini sum fílur.
Eisini er neyðugt at hava váttan frá góðkendum hitapumpuinstallatøri. Um tú ikki longu hevur váttan, kanst tú prenta váttanina í sjálvgreiðsluni.
Tað er lætt og ómakaleyst at brúka sjálvgreiðsluna til at seta pening á tunnilshaldið.
Inni á hesari sjálvgreiðslu, er tað skjótt og lætt at stovna og senda okkum teir mánarligu avrokningarnar til minstaforvinning.
Endamálið við stuðlinum til ítrótt og frítíðarvirksemi er at stuðla verkætlanum og feløgum, sum ríka og menna ítrótt og frítíðarlívið í kommununi.
Øll, sum skipa fyri virksemi innan ítrótt og frítíð kunnu søkja.
GG! Skalt tú søkja um stuðul til ítrótt ella frítíðarvirksemi (so sum skótar), skalt tú fara til “Stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi”
Yvirskipað endamál
Mentanarstuðul Tórshavnar býráðs hevur til endamáls at vera við til at:
- Stuðla mentanarlívinum í allari kommuni og menna tað.
- Tryggja burðardygg arbeiðskor (fíggjarlig, menniskjalig, sosial) til tey, sum arbeiða við list og mentan í kommununi.
- Fremja eitt fjøltáttað mentanartilboð til allar borgarar í Tórshavnar kommunu.
Góð ráð
Vit mæla til, at tú hevur tekstin til umsóknina kláran, áðrenn tú byrjar at fylla umsóknina út, tí teksturin verður ikki goymdur á umsóknini, um tú fert frá ella okkurt óvænta hendur, og tú loggar á aftur.
Tilsamans kunnu viðfestu skjøl ikki fylla meira enn 7 MB.
Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Treytin fyri at fáa stuðul er, at tú annaðhvørt býrt í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi.
Umsóknin skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 31. mars í stuðulsárinum.
Fiskavirkisskipanin er ein stuðulsskipan, sum fevnir um tíðarbundnan arbeiðssteðg á fiskavirki.
Skipanin tryggjar starfólki lønarískoyti, um steðgur er í arbeiðnum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.
Fyri at fáa stuðul gjøgnum fiskavirkisskipanina skal virkið, har tú starvast, vera góðkent av ALS at hoyra undir fiskavirkisskipanina.
Um tú framhaldandi ynskir at fáa arbeiðsloysisstuðul, er neyðugt at tú váttar, at tú enn ert arbeiðsleys/ur.
Inni á hesari sjálvgreiðslu váttar tú at upplýsingarnar, ið tú hevur skrásett á tilmeldingina og á avrokningina/avrokningarnar, eru rættar.